FLAGS pallurin flagsaði í vindinum, Bryan Rice varð steðgaður, tí at fyriskiparnir tordu ikki at halda fram.
Bryan Rice slapp ikki at spæla á Stóra Palli vegna veður, og mátti tí á FLAGS-pallin í teltinum, ein tíma seinni. Fólk stóðu leingi og bíðaðu meðan ljóðroyndin var, og tey kendu seg ikki trygg í teltinum. Tað rykti og skrykti í vindinum, og fleiri vendu út aftur við ótta fyri at alt skuldi skrambla saman.
Bryan kom so endiliga á pallin og byrjaði at framføra sín væl framleidda popp. Men aftaná bara fýra sangir kom ein av fyriskiparunum upp og kunngjørdi, at konsertin mátti steðga, tí fyriskiparnir mettu, at tað var ikki nóg trygt inni í teltinum. Øll máttu út í regnið. Tað varð sagt, at konsertin fór at verða uppafturtikin hálvan tíma seinni, men tað sá út til, at tey byrjaðu at rigga av.
Øll vórðu trýst út, og nógv tyktust ikki at vita, hvar tey skuldu fara, ella hvat tey skuldu gera. Útgongdin við FLAGS-pallin var læst, og við Vágsbø slapst heldur ikki ígjögnum, tí allir básarnir vóru farnir á flog, og har var alt ein ruðuleiki. So øll, sum skuldu eysturmegin í Klaksvík, mátti vassa tvørturum bøin.
Í løtuni royna øll at finna sær skjól sum fragast, og bíða so eftir at finna útav, hvussu verður. Nú verður sagt at allar konsertirnar í FLAGS í kvøld eru avlýstar.
Tað passaði kanska væl, at seinasti sangurin hjá Bryan Rice, áðrenn hann varð steðgaður, var ?I´m Sorry?.
Oddur á Lakjuni