Á býráðsfundi í Klaksvík, sum varð hildin mikukvøldið, málið um endurfíggjanina av kommunuskuldini á skránni.
Í farnu viku stóðst stórur orðadráttur av hesum máli, tí borgarstjórin, Jógvan við Keldu, í samrøðu við Sosialin hevði sagt frá, at eitt samt býráð ikki tók undir við loysnini, sum Landsbankin, saman við Unibank, arbeiddi við.
Varð staðfest
Á fundinum mikukvøldið var tó staðfest, at semja er um, at Klaksvíkar Kommuna skuldi arbeiða fyri, at innistandandi í kommunala kreppulánsgrunninum varð frígivið skjótast gjørligt.
Áður hevur tað verið ført fram, at kommunan skal fáa helmingin av peninginum útgoldið í einum, meðan seinni helmingurin verður útgoldin yvir ávíst áramál.
Breið semja var um, at Klaksvíkar Kommuna ikki skuldi fara inn í eitt kommunalt samtak, har ein nýggjur peningastovnur var við í endurfíggjanini, men at hetta ístaðin skuldi gerast á tann hátt, at kommunan í beinleiðis samskifti við lánveitararnar gjørdi avtalur fyri, hvussu skuldin skal endurrindast.
Framman undan hevur kommunan havt samband við lánveitarar sínar, og hava hesir sýnt vælvild viðvíkjandi endurfígging av kommunalu skuldini, nú samhaldsfasta avtalan frá 1995 er um at renna út.
Jógvan við Keldur, býráðsformaður, sigur við Sosialin, at enn er tó einki avgjørt um, hvussu kommunala skuldin skal fíggjast í framtíðini. - Semja var um, at kanna allar møguleikar, og verður hetta nú gjørt, sigur býráðsformaðurin, sum harumframt metir, at um trupulleikar koma í framtíðini, er tað lættari at loysa hesar, um kommunan hevur beinleiðis samband við lánveitararnar, ístaðin fyri at vera partur í einum samtaki.
Alt er enn opið
Karl Heri Joensen, sum farnu viku fanst hvassliga at býráðsformanninum, Jógvan við Keldu, sigur við Sosialin, at eftir hansara fatan er loysnin hjá Landsbankanum als ikki útilokað.
Sjálvur sigur hann, at fremsta orsøkin til, at hann í løtuni ikki kundi taka undir við uppskotinum frá Landsbankanum var, at hann so at siga ongar upplýsingar hevði fingið hesum viðvíkjandi.
Hann vísti á, at einki umboð fyri býráðið hevði verið á kunnandi fundi við Landsbankan, og tá skrivliga tilfarið heldur ikki sýndi nakað nágreinuligt um málið, kundi hann ikki uttan víðari taka undir við hesum.
Hann vísti í hesum sambandi á, hvussu leikur fór, tá kommunuloysnin á sinni varð samtykt. -Tá var tað við ringum tannabiti, at eg atkvøddi fyri avtaluni, tí úrslitið gjørdist ikki tað, sum vit høvdu væntað, sigur Karl Heri Joensen.
Tað hann í hesum sambandi sipar til, er at nakrir av lánveitarunum noyddu kommununa at rinda 9% í rentu, við tað at tað vóru lánveitararnir og ikki kommunurnar, sum gjørdu av, um lánsgjaldið skuldi verða 10% av skuldini, har rentan var ásett eftir marknaðarrentuni, ella um talan bert skuldi verða um gjald fyri rentur, sum framman undan varð ásett at vera 9%. Tá marknaðarrentan í avtalutíðarskeiðinum var rættuliga lág, viðførdi hetta eina rentuútreiðslu, sum smb. andstøðuliminum var fleiri milliónir hægri enn neyðugt.
Tískil kundi hann ikki uttan víðari taka undir við eini solidariskari loysn, har hann als ikki kendi allar smálutirnar.
Sum nevnt omanfyri, so metir Karl Heri tó ikki, at uppskotið hjá Landsbankanum er útilokað eftir fundin mikukvøldið.
-Semja var á fundinum um, at kommunan átti at kannað allar møguleikar fyri framtíðar fígging, og hetta inniber eftir míni fatan, at um nakað meira verður at frætta um uppskot Landsbankans, eigur hetta eisini at verða kannað.
Karl Heri legði afturat, at mikudagin var skriv komið frá løgmansskrivstovuni, sum viðvíkti ætlanunum hjá Landsbankanum. Orsakað av stutta skotbráðnum varð hetta tó ikki viðgjørt á fundinum, men hann roknaði tó við, at hetta fór at verða gjørt seinni.
Barnaansingin verður nú yvirtikin
Annað mál á fundinum var, hvussu barnaansingin í Klaksvíkar Kommunu skal skipast komandi árini.
Í hesum máli tók býráðið undir við tilmæli frá sosialu nevnd og fíggjarnevndini.
Í stuttum kann sigast um uppskotið, at eitt starvsfólk verður sett í samband við ætlaðu yvirtøkuna av barnaansingarøkinum.
Harumframt skal umsitingin í býráðnum arbeiða víðari við at kannað møgulig hølisviðurskifti fyri einum barnaansingarstovni afturat í Klaksvíkini, umframt at arbeiðast skal fram ímóti eini heildarloysn á barnaansingarøkinum.
Í løtuni eru tilsamans 288 børn í barnaansingarskipanini hjá Klaksvíkar Kommunu, sum fevnir um barnagarð, útibarnagarð og kommunalu dagrøktarskipanina.