Allir møguleikar opnir

Støðan hjá Tjóðveldisflokkin til Anfinn Kallsberg er óbroytt. Høgni Hoydal trýr upp á nógvar samgongumøguleikar

LØGTINGSVAL

 
Høgni Hoydal var sera fegin um valúrslitið.
- Eg hevði øgiliga ymsar vónir til hetta valið. Eg kenni meg lætnaðan, tí hesum hevði eg ikki roknað, hóast eg fekk onkrar ábendingar um, at tað fór at ganga betri, enn valkanningarnar høvdu spátt, sigur Høgni Hoydal.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvat heldur tú um valúrslitið?
-Fyri fyrstu ferð hevur vallógin verið til okkara fyrimun. Hesaferð vóru marganalarnir á okkara síðu, sigur Høgni Hoydal, sum segði seg vera bilsna av tí stóra persónliga stuðlinum, sum hann fekk. Formaður Tjóðveldisfloksins heldur, at góða úrslitið fyrst og fremst kemur av tí stóra innsatsinum, sum tjóðveldisfólk hava gjørt kring landið.
- Vit hava sitið við leiðsluni í seks ár, og tikið nógvar illa umtóktar avgerðir. Tí tulki eg tað sum ein stóran sigur, at vit megnaðu at halda stand, sigur Høgni Hoydal.
Upp á fyrispurning um valllógin eigur at verða broytt, sigur Høgni Hoydal, at Tjóðveldisflokkurin er til reiðar at hyggja nærri at hesum møguleikanum
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvørjir samgongu møguleikar sært tú útfrá úrslitinum?
- Her eru allir møguleikar opnir. Eg haldi, at vit hava nógvar møguleikar. Vit hava heldur ikki útihýst Fólkaflokkin, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur seg hava góðan hug at gerast løgmaður, men hann leggur dent á, at tað týdningarmesta er, at Tjóðveldisflokkurin kann vera við at mynda poltikkin næstu árini.
Og møguleikarnir fyri breiðum samgongum eru eisini til staðar. Avgerandi fyri um hetta ber til, metir Høgni Hoydal vera, um semjan kann finnnast um tey stóru málini, sjálvstýris-, fíggjar-, sosial- og vinnnupolitikkin.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Krevja tit, at Anfinn Kallsberg leggur frá sær?
-Okkara støða er ikki broytt í mun áðrenn valið. Vit vilja ikki ganga við til Anfinn Kallsberg sum løgmann ella landsstýrismann, um hann ikki gongur við tær treytir, sum vit settu honum, sigur Høgni Hoydal.
Tvinnu kostirnir hjá Anfinn Kallsberg er annaðhvørt at reinsa seg sjálvan í sambandi við skuldsetingarnar í málinum um Frostvirkið ella at biðja um umbering.
Sostatt er støðan eins fastlæst, sum hon var undan valinum.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Hvønn peikar tín flokkur á samráðingarleiðara?
-        Tað vil eg ikki siga nakað um nú.