Allir sáttmálarnir eru uppsagdir

Men samráðingarnar mugu bíða eftir nýggja landsstýrismanninum

Tað eru yvir 30 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum, og hjá umleið 20 av teimum ganga sáttmálarnar út nú fyrsta oktober.

Og Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at øll tey 20 fakfeløgini hava sagt sáttmálarnar upp og tí eru tað nógvar samráðingar, sum liggja fyri framman tað í heyst.

Av teimum stóru fakfeløgunum, skulu pedagogarnir ikki til samráðingar í heyst, tí teirra sáttmáli gongur ikki út fyrr enn næsta ár, og tað sama gera seg galdandi fyri nakrar av teimum smærri fakfeløgini á heilsuøkinum.

Hinvegin skulu fleiri av teimum stóru fakfeløgunum, eitt nú Starvsmannafelagið, Lærarafelagið og Felagið fyri Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar, til samráðingarborðið í heyst.

Men Jan Mortensen sigur, at sum politiska støðan er nú, ber ikki til at fara undir samráðingar.

Enn er eingin samgonga skipað eftir løgtingsvalið og sostatt hava vit í roynd og veru heldur ikki heimild at samráðast um nýggjar sáttmálar, sigur hann.

Hann sigur, at sostatt vera samráðingarnar at bíða til nýtt landsstýri er skipað og tey hava fingið høvið til at tosa við nýggja landsstýrisfólkið í fíggjarmálu um støðuna, tí tað er landsstýrisfólkið, sum hevur evstu ábyrgdina.