Smáu trolbátarnir liggja

Men, fimm partrolarapør og tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa.

 

- Upsafiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hjáveiði. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri skip koma inn at landa í næstu viku.

 

- Tveir djupvatnstrolarar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av svartkalva og nakað av blálongu og kongafiski. 

 

Lagt verður aftrat, at ein frystitrolari er eisini til fiskiskap. Teir fáa mest av svartkalva.

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju, men nú veðurútlitini eru góð, er væntandi, at onkur loysir í næstum.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. 

 

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.