Tríggir limir í nevndini fyri Fótbóltssamband Føroya stóðu fyri vali á aðalfundinum leygardagin.
Talan var um varaformannin Børge B. Hansen, sum skuldi veljast fyri seg, og síðani nevndarlimirnar Óla Holm og Jens Erik Magnussen.
Allir tóku við afturvali, og teir vóru eisini valdir í nevndina fyri komandi tvey árini. Allir tríggir hava sitið í nevndini í langt áramál.
Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, nart í formansfrágreiðingini við, at nevndarlimirnir í FSF sita í nógv ár.
? Flestu nevndarlimirnir í FSF hava sitið í mong ár í nevndini, hetta ávirkar virkisfýsni, og vil eg heita á mínar samstarvsfelagar í nevndini um til eina og hvørja tíð at vera kendir við støðuna, segði FSF-bossurin í ársfrágreiðing síni.
Nýggjur í dómsnevndina
Varalimirnir Mortan Poulsen og Sveinbjørn Danielsen stóðu eisini fyri valið, og teir vórðu somuleiðis afturvaldir.
Aðalfundurin skuldi eisini velja nevndarlim í Dómsnevndina hjá FSF, sum hevur avgerandi orðið at siga í kærumálum innan fótbólt.
Christian Andreasen tók ikki við afturvali, og í hansara stað varð Høgni Høgnesen valdur. Varalimurin Óla Jákup Kristoffersen var afturvaldur.