Allir valevnislistar til kirkjuráðsvalið innkomnir

118 kvinnur og 111 menn stillað upp í teim 22 kirkjusóknunum.

Nú allir valevnislistar til kirkjuráðsvalið tann 7. novembur eru innkomnir, kann staðfestast, at tilsamans 229 hava stillað upp í teim 22 kirkjusóknunum, har val verður. 118 kvinnur og 111 menn. 


Vallistar verða sendir valstýrunum í viku 42, tá valkort eisini verða send veljararnum.

 

 

Um ein ikki hevur fingið valkort til tíðina, ber til at venda sær til valstýrisforkvinnuna/ mannin. 

 

 

Hetta skrivar folkakirkjan.fo, har valevnislistarnir eisini eru at síggja.