Samráðingarnar um nýggja samgongu eru í dag fluttar av Gamla Apoteki og niðan í løgtingshúsini, og seinastu tímarnar eru tað floksformenninir, sum hava fundast sínámillum.
Við Degi & Viku í kvøld segði samráðingarleiðarin, Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, at allir flokkarnir, sum eru við í samráðinum um skipan av nýggjari samgongu, vilja, at henda royndin ber á mál.
- Tað er málið hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi, Framsókn og Nýggjum Sjálvstýri, at vit skulu røkka undir land við einari nýggjari samgongu. Vit hava freistina fram til næsta týsdag, og eg vænti, at vit verða klárir til ta tíð.
Aksel V. Johannesen vísti á, at fyrst er tað tey politisku málini, sum flokkarnir arbeiða við og skulu semjast um, og tá tann politiski parturin er komin upp á pláss, verða málsøkini býtt.