Við Javnaðarflokkinum á Fólkatingi fáa Føroyar eitt umboð, sum í fullum starvi verður greiða føroyska røddin, sum skapar sambond og netverk út í heimin.
Okkara umboð á fólkatingi netverkar, byggir upp kunnleika og fær fatur á teimum allarbestu førleikunum, eisini innan útbúgving og lívslanga læring.
Okkara nógvu útbúgvingarstovnar skulu fáa íblástur og umstøður til at bjóða út altjóða útbúgvingar í heimsflokki, soleiðis at ungfólk úr øllum heiminum koma til Føroya at nema sær vitan og útbúgving - og rinda fyri hetta.
Vit eru longu heimsmeistarar í sjómansskapi, ullasniði og havlívfrøði, og hesa vitan, sum er gingin í arv frá ættarliði til ættarlið, skulu vit læra okkum at brúka nógv meira. Eisini í altjóða samstarvi og við øllum heiminum sum marknaði.
Okkara samstarv og sambond á øllum økjum eiga at koma lívslangari læring til góðar. Á henda hátt kunnu bæði lærd og ófaklærd fáa undirvísing og frálæru til at førleikamenna seg, so tey fáa betri møguleikar á arbeiðsmarknaðinum.
Vit fara at byggja brýr, so vit saman kunnu skapa karmar um, at ung og tilkomin úr Føroyum og úr øllum heiminum koma til Føroya at útbúgva seg - bæði heilt og partvíst, bæði við heimligum og altjóða útlitum.
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur eina greiða føroyska rødd, men dugir sjálvandi eisini fleiri fremmandamál. Tí einki land og einki fólk kann fóta sær uttan samstarv við onnur lond og við onnur fólk.
Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til fólkatingsvalið 2015