Landsfundur
Sjálvsstýrisflokkurin helt landsfund í Vestmanna leygardagin. Fundurin varð hildin á Fiskivinnuskúlanum og millum framløgurnar, var røðan hjá floksformanninum, Kára P. Højgaard.
Kári byrjaði við at siga, at sjáldan man politikkur – ella vantandi stýring, sum hann málbar seg – hava fylt bløðini og hava myndað tíðindaflutningin í loftmiðlunum, soleiðis sum talan hevur verið um hetta seinasta árið.
- Hetta hevur ikki mint sørt um wrestling, ið er ein samansjóðing av undirhaldi og ítrótti, ið ikki er nøkur verulig kapping. Teir, sum hava skrivað og hava lagt til rættis, avgera sjálvir, hvussu leikur skal enda.
Veksandi útreiðslur
Floksformaðurin segði, at Sjálvstýrisflokkurin misti róðurtørnið á Føroya skútu fyri skjótt seks árum síðani.
- Sambært frágreiðing til fíggjarlógaruppskotið fyri 2010, vóru inntøkur landskassans í 2004 slakar 3,5 miljardir krónur, meðan roknað verður við 3,9 miljardum krónum í 2010. Hetta er ein vøkstur í inntøkum áljóðandi 400 miljónir krónur. Útreiðslur landskassans er sama tíðarskeið vaksnar úr 3,6 upp í 4,7 miljardir krónur, sum er ein góð miljard í vøkstri. Roknað verður við, at landskassin fer at hava eitt hall í 2010 áljóðandi einar 800 miljónir krónur.
Kári vísti á, at búskaparráðið í síni nýggju frágreiðing sigur, at stóra politiska avbóðingin í løtuni er at fáa fíggjarpolitikkin aftur á beint alt fyri eitt. Javnvág má fáast millum minkandi inntøkurnar og veksandi útreiðslurnar.
- Heldur hetta fram, og kemur fíggjarpolitikkurin ikki aftur á beint nú, kann gerast tungt at fáa almenna hallið burtur, segði floksformaðurin, tá hann vísti til hesar metingar hjá búskaparráðnum.
Blokkur skyldina
Kári P. Højgaard segði í síni framløgu, at fleiri ferðir hevur verið ført fram, at niðurskurðurin av blokkinum hevur alla skyldina. Hann segði, at sjálvsagt hevur niðurskurðurin havt sína ávirkan, men tá ABC-samgongan skrivaði samgonguskjalið í 2008, varð sagt um ríkisveitingina – og her endurgav hann fylgjandi:
”Ásannandi, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, er semja millum flokkarnar um, at ríkisveitingin verður lækkað við 15 prosentum av reella inntøkuvøkstrinum av skattum og avgjøldum hjá landskassanum við støði í meðal vøkstrinum seinastu 5 árini. Skipanin kemur í gildi í sambandi við fíggjarlógina fyri 2010..”
Hann helt, at tað tí kann tykjast løgið og sjálvmótsigandi, at partar av samgonguni, sum nú hevur sitið í 5 ár við breiðum meiriluta, einki annað svar hava til vánaligu búskaparligu støðuna enn at skjóta skyldina yvir á blokkniðurskurðin, sum varð framdur í 2002.
- Samgongan er jú samd um at halda somu kós móti einum sjálvberandi búskapi við at lækka ríkisveitingina eftir einum ávísum myndli. Tað krevur politiskt dirvi at fremja raðfestingar, hvat skal gerast, og hvat skal veljast frá.
Allir medábyrgd
Kári P. Højgaard helt ikki, at politiska skipanin hevur megnað at tillagað samfelagið til niðurskurðin í inntøkunum – og her hava allir flokkar eina medábyrgd, sum hann tók til.
- Skattalækkingar fyri hundraðtals miljónir krónur gjørdu sítt til, at yvirupphitaðu samfelagshjólini mólu enn skjótari. Bankarnir oystu pening út í samfelagið og uppfunnu eitt nú nýggju hugtøkini skáalán og at taka lán uppá frívirði í húsunum. Tankin aftanfyri var “nýt lívið og brúka pening, meðan tú hevur møguleikan. Tú skal bert gjalda 60% av rentuútreiðslunum, landið 40% og dýrtíðin hjálpir tær við avdrøgunum”.
Hann vísti á, at upprunaligi rentustuðulin hevði til endamáls at hjálpa borgarum við lagaligum lánstreytum, so hesir skuldu hava møguleikan at seta føtur undir egið borð. Tá nógv fólk góvust við at gjalda avdráttir, vaks lánsupphæddin við risafetum.
- Í 2006 vóru útreiðslurnar til rentustuðul á fíggjarlógini stívliga 85 miljónir krónur, men nærum tvífaldaðust í 2008 upp í 167,4 miljónir krónur. Metta upphæddin fyri 2010 er 160 miljónir krónur, men tá skulu nøkur inntriv fremjast, um hetta skal eydnast, legði hann aftrat.
Kári P. Højgaard segði, at allur peningurin við einskiljingini av Føroya Banka og Atlantsflogi er farin í stórapott ella í veruleikanum rakstur.
- Hetta hendi, tó at avtala var millum politisku flokkarnar, at hesin peningur skuldi setast í búskapargrunn, segði floksformaðurin.