Aðalfundur
Eyðstein Djurhuus, formaður í FSN, nam eisini í síni frágreiðing í morgun við oljuprísirnar, sum hava verið rættiliga høgir ein stóran part av hesum árinum.
- Prísurin á olju hækkaði óvanliga nógv miðskeiðis í árinum. Trupult var at fáa lønandi rakstur hjá fleiri skipabólkum. Reiðarafelagið ynskti at fáa samráðingar við manningarfeløgini við grundarlagi í oljuprotokolatinum. Ført varð fram, at um manningarfeløgini ikki vildu samráðast, metti Reiðarafelagið seg at vera frítt stillað til at samráðast beinleiðis við einstøku manningarnar.
Eyðstein segði, at hesa støðu ynskti FSN ikki at koma í.
Ørkymlaðir reiðarar
- Eftir tveir samráðingarfundir góvu manningarfeløgini Reiðarafelagnum eitt tilboð fyri skipabólkin, lemmatrolarar. Feløgini góvu tilsøgn um, at býtisprosentið restina av sáttmálaskeiðnum varð sett til 26%. Feløgini góvu eisini tilsøgn um at gera líknandi avtalu fyri aðrar skipabólkar. Eisini varð kravt av Reiðarafelagnum, at teir skuldu nokta limum sínum at taka upp samráðingar beinleiðis við einstøku manningarnar um høgu oljuútreiðslurnar.
Eyðstein segði, at Reiðarafelagið var eitt sindur ørkymlað av uppskotinum hjá feløgunum, men tá nakað varð fráliðið, søgdu teir nei takk.
- Síðan hava vit einki samskifti havt um oljuprotokollatið, og okkum vitandi vera allir sáttmálar fylgdir, legði hann aftrat.
Takkaði feløgum
Formaðurin í FSN fegnaðist um, at oljuprísurin tíbetur er lækkaður munandi, men protokollatið er enn í sáttmálanum.
- FSN ynskir at takka Fiskimannafelagnum og Maskinmeistarafelagnum fyri gott samanhald, tí veruligur vandi var fyri, at allur sáttmálabygnaðurin fór fyri einki undir oljukreppuni, segði Eyðstein Djurhuus á aðalfundinum í morgun.