Alma er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Foreldur hennara vóru Elias Sofus Berg, ættaður úr Elduvík, og Anna Elisabeth Hansen, ættað av Norðoyri.
Lisa og Lias, sum tey vanliga blivu rópt, búðu fyrst trý ár í Elduvík, men fluttu húsini til Klaksvíkar í 1934-35.
Í 1964 seldu tey húsini og fluttu til Havnar.
Tey fingu trý børn. Eli, Almu og Arna.
Alma fór sum 17 ára gomul til Havnar í húspláss ymsastaðni, og síðani fekk hon handilspláss hjá Mariu Poulsen. Beint eftir at hon var komin til Havnar, fór hon upp í sangkórið í Ebenezer, har hon gekk á møti. Og nú hon fyllir 70 ár, er hon enn virkin í kórinum.
18 ára gomul kom hon at kenna Jens Christian Cornelius Askildsen úr Havn. Jens var sonur Sunnevu Fridrikku, fødd Guttesen, úr Havn, og Olaf Askildsen úr Kristiansand í Noregi.
Tey giftust í 1958 og fluttu inn í nýggj hús í Leivsgøtu.
Í 1958 fór Alma at arbeiða í Ullvøruhúsinum.
Tey fingu trý børn. Í 1959 fingu tey Eyðgerð, í 1963 Oddvør og í 1971 Brynleif.
Eyðgerð er gift við Jógvan Skýlindal, úr Havn og eiga sonin Páll. Oddvør er gift John Martin Olsen, úr Havn og eiga synirnar Boga, Bjarka og Teitur. Brynleif er giftur Ullu, fødd Poulsen, úr Havn, og eiga Frank, Almu og Jensu.
Alma og Jens vóru ógvuliga gestablíð, og nógv eru tey, sum hava gist hjá teimum til samfelagsmøtir og onnur høvir.
Eisini vóru tey sera virkin frá fyrst Zarepta í Vatnsoyrum varð bygt. Alma at kokkast og Jens sum handverkari at byggja Zarepta og svimjihylin.
Í 1989 andaðist Jens 61 ára gamal. Alma hevði tá verið heimaarbeiðandi í fleiri ár, men hon byrjaði at arbeiða á Blindastovninum 14 dagar aftaná at Jens var deyður, har hon arbeiddi millum tey blindu, líka til hon bleiv pensionerað.
Alma er sera hjálpsom, trúføst og positiv, situr ongantíð fyri einki, hon bakar, heintar ommubørn og gongur á kvøldskúla at brodera og gera mat.
Føðingardagin heldur hon heima hjá dóttrini Oddvør, í Djóna í Geilsgøtu 37, frá kl. 10 - 15.