Alma er fødd og uppvaksin í Sandavági. Hon giftist við Sigmund Frederiksen úr Miðvági, og búsettust tey í Miðvági. Tey fingu 8 børn. Áðrenn átti Alma eina dóttur, so børnini vóru 9 í tali. 5 gentur og 4 dreingir.
Alma og Sigmund stríddust sum so mong onnur við so nógvum børnum. Tey upplivdu bæði gleði og sorg, ein drong mistu tey bert 8 dagar gamal, og ein drong mistu tey 21 ára gamal. Tey fingu eisini ein sjúkan drong, sum fór til Danmarkar, bert 6 ára gamal. So tað hevur ikki altíð verið lætt, men í øllum førum hevur Harrin hjálpt ígjøgnum alt. Alma bleiv einkja í 1980.
Í dag býr Alma á Ellisheiminum í Miðvági. Hon hevur nógv ommubørn, 26 í tali, og 61 langommubørn, 9 oldurommubørn. Eisini har veit hon, hvat tað er at missa síni kæru. Alma hevur áhuga í øllum hesum børnum, hon hevur samband við tey - tey hyggja inn á gólvið, og tey ið burtur eru, ringja til hennara, um tað so er úr Ghana.
Tað sum er so stuttligt við Almu, er at minnið er sum á ungum árum. Tað er so stuttligt at tosa við hana, hon minnist alt, og er forvitin at frætta um tað, sum gongur fyri seg, bæði rundanum hana og alt í bygdini, tað er mangan at hon fortelur okkum tíðindi.
Alma er uppi hvønn dag, og klárar seg fyri tað mesta sjálv, henni dámar væl ítriv og bingo, men eyguni eru ikki so góð longur.
Tað er sera stuttligt at síggja hana í dag, hon er 99 ár, so flott og ferug, ja, sum ein drotning plaga vit at siga, hon hevur jú eisini heilsa uppá drotningina, tað var eitt stórt upplivilsi fyri hana.
Hendan megnar kvinna er mamma okkara. Elskaða mamma, hjartaliga tillukku.
Elisa og Signa