Alma er dóttir Sámal Jacob Jacobsen í Búðunum Klaksvík og Elsubeth
(Elspu) Jacobsen, fødd Sivertsen, av Skipinum við Gjógv.
Alma var elst av einum systkinaflokki, ið taldi átta børn. Mamman doyði ung frá teimum. Alma var tá bert 12 ára gomul, fasturin hjálpti til í húsinum, til Alma var 16 ár, tá tók hon við og helt hús saman við pápanum og systkinum, til hon fór at arbeiða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har hon var fyristøðukvinna á vaskarínum í 14 ár.
Ì 1964 giftist Alma við Josias Matras, sum var einkjumaður. Tey vóru gift í
átta ár. Josias doyði í 1972. Hesi árini búði Alma uppi á Vágsheyggi, men tá
Josias var farin, flutti Alma aftur út í Búðarnar at búgva, har hon býr ídag.
Vit ommu- og abbabørn hjá Elspu og Sámal Jacob eru Almu ógvuliga takksom fyri alt, hon hevur verið fyri okkum øll hesu mongu ár, takk fyri góða Alma.
Hjartaliga tillukku.
Tey, ið vilja heilsa uppá Almu eru hjartaliga vælkomin í barnaheimið hjá Almu í Búðunum føðingardagin millum kl. 15.00 - 19.00.