Alma Petersen, Klaksvík, 80 ár 23. september 2013

Eg havi altíð vitað hvør Alma Petersen er, tí tað gera ØLL.
Eg kom at kenna Almu per­­són­liga, tá eg meldaði meg inn í pensjonistafelagið Hugna í Klaksvík. Eg haldi, at Alma hevði skálkin bak oyra beinan vegin, hon sá meg. Tí soleiðis er hon. Tonkir skjótt. Eg var yngri enn tær, sum gingu har tá, og skikki­liga skjótt kom eg í nevnd­ina. Hon sá meg sum ein nýggj­an for­mann, tí sjálv ætlaði hon sær at stilla upp fyri Megin­felag Pensjonista. ”Har kann man gera nakað til nyttu, og fáa sínar meiningar fram,” hoyrdi eg hana mangan siga.
”Tað býr ikki alt vit í ein­um høvdi, plagdi pápi at sig”, hava vit, sum kenna Almu, ofta hoyrt hana tikið til. ”Eg má hava øll hini við mær”. Og Alma hevur fingið tey í Meginfelag Pensjonista at taka hennara hugsjónir til eftir­tektar. Hon hevur syrgt fyri, at felagið er farið at ar­beiða fyri tí, tað skal, nem­liga fólkapensjónini. Tí, sum nú er, hava tey, íð bert fáa fólkapensjón ikki nóg mikið at liva fyri.
Hon hevur hesa seinastu tíðina koyrt til Havnar í sínum nýggja bili og havt fund við allar floksformenninar um fólkapensjónina. Fleiri av teim­um vita lítið og einki um um fólkapensjónina, og hevur hon fingið teir til at sæð skeivleikan í pensjónini.
Alma og eg havi ikki al­tíð verið samdar, minni enn so, men hóast tað, so hev­­ur okkara samstarv verið ómeta­liga gott. Alma er soleiðis, at hon vil ráða, har hon er, men klók og rætttonkjandi er hon. Eg beundri Almu fyri hennara áræði - henda 80 ára gamla kona, sum torir at tala ,,Roma midt imod.”
Mangt annað kundi verið at skrivað um teg, Alma, á hesum tínum stóra degi.
Vil bert við hesum fáu orðum ynskja tær hjartaliga til lukku við føðingardegnum. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein unglingi fyllir 80 ár.
Hjartaliga til lukku og nógv góð ár afturat.
-----
Vegna Hugna, Marita Matras, forkvinna