Hallið hjá tí almenna var 275 miljónir í 2011. Tað eru 177 miljónir minni enn hallið í 2010. ?Inntøkurnar eru vaksnar 371 miljónir og útreiðslurnar 195 miljónir.?
Inntøkuvøksturin stavar serliga frá størri inntøkuskatti umframt tilfeingisgjaldinum á makrelfiskiveiðu.?Vøksturin í útreiðslunum stavar bæði frá størri nýtslu, íløgum og øktum útgjøldum hjá sosialu grunnunum.
2011 var fjórða árið á rað, at tað almenna hevði hall. Størst var hallið í 2009, tá tað var 569 miljónir. Hallið í 2011 var sostatt minni enn helvtin av hallinum í 2009.
Tað almenna hallið í mun til bruttotjóðarúrtøkuna er nú 2,1% í mun til 3,6% í 2010.?Hallið hjá landinum í 2011 var 203 miljónir og hjá sosialu grunnunum 112 miljónir.
Kommunurnar høvdu harafturímóti eitt avlop upp á 40 miljónir.