Almanna- og heilsumálaráðið skilt sundur

Framyvir skulu Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum og Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum umsita ávikavist almannamál og heilsumál.

Samstundis er Almanna- og heilsumálaráðið umskipað og bygnaðurin tillagaður nýggju støðuni. Frá 1. oktober 2008 er ráðið skilt sundur í eitt Almannamálaráð og eitt Heilsumálaráð. Deildarstjórin Eyðun Mohr Hansen er fyribils settur aðalstjóri í Almannamálaráðnum, meðan Poul Geert Hansen heldur fram sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, skrivar ahs.fo

Aðalstjórarnir hava funnið eina fyribils loysn sínámillum, og farið verður beinanvegin undir at gera eitt varandi býti av uppgávum, tilfeingi og hølum millum ráðini, soleiðis at alt er komið upp á pláss til 1. januar 2009.