Almannakunngera Panama-skjølinin 9. mai

Um slakar tvær vikur fer at bera til at síggja sonevndu Panama-skjølini, sum avdúka nógvar pengar í skattaskjólum.

 

Fregnast tú eftir at síggja, hvør er at finna á listan yvir tey, sum goyma pengar í skattaskjólum, so skalt tú ikki bíða so leingi. Altjóða samtakið av kannandi journalistum, ICIJ, fer at almannakunngera Panama-skjølini 9. mai klokkan 19 føroyska tíð.

 

Tað skrivar ICIJ á heimasíðu síni.

 

Panama-lekin hevur nøvn á fleiri enn 200.000 feløgum, sum eru konstruerað við hjálp frá advokatfelagnum Mossack Fonsecas.

 

Altjóða samtakið hjá kannandi journalistum fer ikki at almannakunngera kontonummur, fíggjarligar flytingar, teldupostar og annað samskifti, sum inniheldur upplýsingar um pass og telefonnummur.

 

Tilfarið, sum verður almannakunngjørt, fer bara at fevna um partar av kunningini, sum verður send út, tí tað hevur almennan áhuga, skrivar altjóða samtakið á heimasíðuni.

 

ICIJ hevur gjørt ein databasa á netinum, har tað verður gjørligt at leita eftir navnum. Databasin fer at síggjast við einum linki á heimasíðuni hjá ICIJ.

 

Tilsamans 11,5 milliónir skjøl eru likin út frá advokatfirmanum Mossack Fonseca, sum er ein av heimsin størstu veitarum at skattaskjóls-loysnum. 109 miðlar úr 76 londum hava í dag skjølini um hendi. Í Danmark eru tað Politiken og DR sum hava skjølini.

 

Danska skattamálaráðharrin, Karsten Lauritzen, heitt fyri sløkum tveimu vikum síðani á DR um at lata donsku skattamyndugleikunum skjølini. Men hesum noktaði DR.

 

Panama-skjølini hava avdúka fleiri kend fólk og statsleiðarar við feløgum í skattaskjóls-londum.

 

Avdúkingarnar fingu íslendska forsætisráðharran, Sigmund Gunnlaugsson, at leggja frá sær, eftir at tað kom fram, at hann síðani 2007 hevði ræði á einum frálanda-felag uttan at siga tað fyri íslendska Altinginum.

 

Tey avdúkandi skjølini ganga heilt aftur til advokatfelagið varð stovnað í 1977 og fram til endan á 2015, skrivar Ritzau tíðindastovan.