Petra Johnsdóttir Joensen
stjóri á Almannastovuni
Við ráðstevnum, fyrilestrum, blaðgreinum og lýsingarátøkum hava felagskapir gjørt eitt stórt arbeiði til tess at vísa á, at nógv er eftir at gera fyri at tryggja øllum eitt pláss á arbeiðsmarknaðinum. Eisini hevur verið víst á, at bústaðarmøguleikarnir hjá fólki við skerdum førleikum sum heild eru ov vánaligir.
Sum stjóri á Almannastovuni fegnist eg um, at hesi evni verða tikin upp, tí henda viðgerð er neyðug. Øll kunnu vit koma fyri hendingum, sum fullkomiliga broyta okkara umstøður og møguleikar at virka og liva sjálvbjargið í samfelagnum. Onnur eru fødd við skerdum virkisevnum likamliga og/ella sálarliga.
Arbeiði og bústaður eru sera týdningarmiklir partar av sjálvsvirði hins einstaka, og semja er um, at í Føroyum skulu øll hóast skerdar førleikar hava møguleika fyri arbeiði, útbúgving og bústaði, sum í mest møguligan mun eru tillagað ítøkiligu umstøðunum hjá tí einstaka.
Til tess at røkka hesum málum eru settar í verk fleiri almennar skipanir. Almannastovan umsitur nakrar teirra, eitt nú endurbúgvingarstuðul og skipan av vardum størvum. Tá um bústaðarviðurskifti viðvíkur, so umsitur Hjálpartólamiðstøðin, sum er stovnur undir Almannastovuni, stuðul til bústaðarbroytingar.
Tá umstøðurnar hjá teimum, ið hava skerdar førleikar, verða settar á dagsskránna, verður samstundis ofta funnist at Almannastovuni. Tó at fleiri sólskinssøgur eru at finna, so verður ofta víst til ítøkilig dømi um persónar, sum kenna seg illa viðfarin av almannaverkinum. Lagt verður eisini eftir arbeiðinum hjá starvsfólki á stovninum, ið antin ikki duga ella skilja veruligu støðuna hjá viðskiftafólkinum, sum tí metir seg ikki fáa tað neyðugu hjálpina.
Almannastovan er ikki lýtaleys, treyðugt so, men eg haldi, at atfinningarnar móti starvsfólkunum ikki altíð eru rímiligar. Almannastovan kann sum aðalregla ikki gera viðmerkingar til ítøkilig persónsmál alment, og avleiðingin av hesum er, at tá ið mál verða tikin fram í fjølmiðlunum, so verður bara onnur síðan av søguni lýst. Hetta fær tó ikki verið stórt øðrvísi.
Fyri 5-6 árum síðan fór Almannastovan undir eina miðvísa ætlan at menna allar tættir í umsitingini. Samlaða tænastustøðið skuldi hækkast, og sum liður í hesum vórðu umfevnandi bygnaðarbroytingar framdar á stovninum til tess at koma nærri borgarunum. Skipað varð fyri førleikamenning av starvsfólki, og mannagongdirnar vórðu endurskoðaðar. Harumframt eru fleiri framtøk gjørd til tess at veita viðskiftafólki og almenningi fjøltáttaða vegleiðing og kunning um rættindi til almannaveitingar bæði um heimasíðuna, við kunningarriti og persónligu vegleiðingini.
Eg kann nú staðfesta, at Almannastovan innan givnu fíggjarligu karmar er komin langt, og at umsitingin og tænastan eru munandi ment farnu árini. Hetta er ikki minst starvsfólkunum fyri at takka. Tey stremba hvønn dag eftir at veita øllum viðskiftafólkum eina so góða, viðkomandi og rætta tænastu sum gjørligt.
Tá funnist verður at Almannastovuni serliga í sambandi við arbeiðið við rúmliga arbeiðsmarknaðinum og bústaðarbroytingum, sum dømi hevur verið um herfyri, so eru hetta øki, ið Almannastovan annars hevur raðfest høgt og lagt nógva orku í at styrkja.
Sum heild kann eg eisini staðfesta, at úrslitini av miðvísa arbeiðinum á hesum økjum hava verið góð. Hesi seinnu árini er t.d. talið av fólki í endurbúgving í støðugum vøkstri eins og talið av vardum størvum er vaksandi um alt landið.
Eisini viðvíkjandi stuðli til innrætting og tillaging av bústaði eru fleiri umsitingarligir batar framdir mannagongdirnar eru gjørdar munandi smidligari serliga við atliti at teimum ynskjum, sum viðskiftafólkini hava til bústaðin, har Hjálpartólamiðstøðin í samráði við viðskiftafólkið arbeiða fyri at finna bestu loysnirnar.
Vit arbeiða tó altíð við at gera tingini betri, tí sannroynd er, at vit ongantíð koma á mál, men alla tíðina mega seta okkum nýggj mál. Í sambandi við rúmliga arbeiðsmarknaðin hevur Almannastovan tí sett út í kortið ymsar menningarætlanir, og sum eisini eru í samsvari við yvirskipaðu politisku ætlanirnar í Visjón 2015.
Hesar ætlanir miða eftir, at Almannastovan í nógv størri mun enn nú leitar upp almennar sovæl sum privatar arbeiðsgevarar bæði at kunna um og seta í gongd vard størv ella aðrar tíðaravmarkaðar royndarverkætlanir í samstarvi við arbeiðsmarknaðin.
Ein annar sera týðandi táttur í ætlanunum er at skipa fyri ítøkiligum innsatsi við tí endamáli at fasthalda fólki í arbeiðinum, tey hava, tá ið tey fáa skerdan arbeiðsførleika. Við ítøkiliga at ráðgeva og vegleiða bæði lønmóttakaran og arbeiðsgevaran um møguleikar fyri tillagingum eitt nú av arbeiðsuppgávum, innrætting av arbeiðsplássi, umskúling v.m. kann Almannastovan á henda hátt vera við til at tryggja lønmóttakaranum eina framhaldandi tilveru á arbeiðsmarknaðinum.
At fremja hesar ætlanir krevur eyðsæð eyka starvsfólkaorku til stovnin, tó at viljin ikki trýtur. Men tað er mín vón, at umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum áhaldandi verða hildin í fokus, so at myndugleikar og samfelagið annars kunnu fáa nýggja vitan og íblástur til at taka tey tøk, ið kunnu vera við til at lyfta alt økið upp.
Luturin hjá Almannastovuni fer ikki at liggja eftir.
Tórshavn, 10. mai 2006