OYL: Almenn móttøka fyri føroysku bogaskjúttunum

Vágaskot, Bogaskjótisamband Føroya og Vága kommuna bjóða mánadagin 21. juli kl. 19.00 til almennu móttøku fyri føroysku bogaskjúttunum

Bogaskjúttarnir hava staðið seg sera væl á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum. Móttøkan verður í hølunum hjá Vágaskot í Miðvági, skrivar Vága kommuna.

 

Føroysku íðkararnir hava vunnið fleiri heiðursmerki í bæði einstaklinga- og liðkappingum, og úrslitini hava vakt ans og virðing millum hinar luttakandi oyggjarnar á Oyggjaleikunum í ár.

 

Sum kunnugt hevur Vága kommuna bjóða seg fram at vera vertur fyri bogaskjóting á Oyggjaleikunum í Føroyum í 2027. Fyri góðum ári síðan var altjóða oyggjaleikanevndin, IIGA, á vitjan, har kappingarnar í bogaskjóting eftir ætlan skulu fara fram á fótbóltsvøllinum í Miðvági. 

 

Í Vága kommunu gleða seg bæði at hátíðarhalda bragdið í Orknoyggjum og at leggja lunnar undir enn eitt stórt ítróttartiltak til oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.