Almenn partafeløg - ikki privatisering

Privatisering er nógv frammi sum hugtak ? kanska serliga í løtuni. At ein almennur stovnur verður gjørdur til partafelag er ikki privatisering, hóast hettar tykist at vera fatan millum summi. Føroya Tele er 100% landsogn, hóast stovnurin er gjørdur til partafelag. Einasti munur er stýringin, sum nú fer fram sambært partafelagslóggávuni við eini partafelagsnevnd. Atlantsflog er eisini eitt alment felag, hóast tað eisini er partafelag. Hettar er týdningarmikið at undirstrika. Tilfar útgivið av landstýrinum fyri stuttum hevur ikki verið so klárt og eintýðugt hesum viðvíkjandi. Kanska hevur tað verið ynskitankar frá núverandi borgarligu samgongu.

Vit mugu ansa eftir, at landstýrið ikki bevíst roynir at skava út yvir, at feløg eru 100% almenn ogn. Dagblaðið tosaði um ?kamoflagu? í hesum sambandi, og tað kann væl vera, at teir fyri einaferð skyld hava rætt. Fortíðin við SL merkinum á gronini á strandfaraskipum verður bókstaviliga slípað burtur í hesum døgum. Ikki nokk við tí, litirnir á føroyska flagginum, ið hevur eyðkent skorsteinarnar á strandfaraskipum í nógv ár sær nú út til at gerast søga, um Ternan verður fyrimynd. Vónandi verður hettar ikki gjørt fyri at fólk skulu gloyma, at tað er landið sum eigur og rekur strandfaraskipini. At tað var landið, ið stovnaði og rak uttanlandssiglingina við Smyrli, sum Norrøna í dag rekur, er nakað, ið heldur ikki eigur at verða gloymt, hóast miðfyrisitingin tykist at hava gloymt tað.

Uttan at taka støðu til um tað er rætt at umskipa almennar stovnar til partafeløg, so eru ávís praktisk mál at taka støðu til. Tað, at gera almennar stovnar til partafeløg, er ikki so líkatil. Greiðar mannagongdir eiga at vera settar upp. Eitt nú má tað ikki verða persónssamanfall í nevndum, soleiðis at tryggjað verður, at eitt nú fulltrúar, sum arbeiða í miðfyrisitingini og skulu ráðgeva politikarum viðvíkjandi hesum almennu partafeløgum, ikki sita í nevnd í somu feløgum. Eisini eiga stjórastørv av prinsipiellum orsøkum at verða lýst leys í samband við, at almennir stovnar verða gjørdir til partafeløg ella nýggj partafeløg verða stovnað. Tað, at leiðslan, lønarlag hjá leiðsluni og eitt nú roknskaparskipanin verður umskipað eftir partafelagslóggávuni er ein somikið stór broyting, at fortreytirnar fyri felagnum og harvið eisini leiðsluni eru so nógv broyttar, at rættast vildi verið við so opnum mannagongdum sum møguligt. Tað liggur ein stór ábyrgd á nevnd og stjórn í einum almennum partafelag, tí eitt slíkt felag hevur størri rásarúm í mun til miðfyrisitngina enn ein stovnur undir núverandi bygnaði. Í hesum sambandi hevði tað ivaleyst verið av alstórum týdningi at fingið so nógvar royndar og vælkvalifiseraðar umsøkjarar sum møguligt, so eingin ivi var um eitt slíkt stjórastarv, tí tað er hóast alt skattgjaldarans peningur og landsins ogn vit her tosa um. Ein sunnur arbeiðsprofilur er ynskiligur.

Tað er týdningarmikið at sláa fast enn einaferð, at tað, at gera almennar stovnar til partafeløg ikki er privatisering, tað er bert ein broyting av stýriháttinum. Eigarin av einum almennum partafelag er og verður skattgjaldarin, so leingi partabrøvini ikki verða seld privatum.