Almenn partafeløg eru bastardar

Á pallborðsfundinum hjá Starvsmannafelagnum var einans ein luttakari, sum helt almenn partafelø hava lívsins rætt.

Á pallborðsfundinum hjá Starvsmannafelagnum leygardagin, var spurningurin um almenn partafeløg reistur og á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum endurgevir felagið nakað av orðaskiftinum.

Starvsmannafelagið hevði gjørt síni sjónarmið greið fyri fundin, at almennar vælferðartænastur eru tryggast í almennum hondum, og at politiska skipanin eigur ikki at fremja privatisering ella útlisitering av almennum vælferðartænastum.

Av fundarluttakarunum var tað einans Johan Dahl, ið sá nakað virði í almennu partafeløgunum. Hann vísti á tað sjálvræði, sum almenn partafeløg hava og segði, at tað kann ikki vera neyðugt, at allar avgerðir altíð skulu niðan í Løgtingið.

Jørgen Niclasen kallaði almennu partafeløgini bastardar, meðan Jenis av Rana segði, at tey eru av tí ónda, tí tey hava slangur beint niður í landskassan, uttan at løgtingið hevur møguleikan fyri stórvegis eftirlitið.

Aksel V. Johannesen og Kári P. Højgaard vísti á dømi, hvussu illa tað kann gangast hjá almennum partafeløgum. Aksel V. Johannesen sipaði til einskiljingar í danska sjúkrahúsverkinum, sum førdu til, at í fleiri førum vóru frísk fólk viðgjørd, tí læknin vildi tjena meiri.

Kári P. Højgaard nevndi Posta, har hann sjálvur starvaðist í ein mansaldur.

- Posta er eitt ræðandi dømi, hvat kann henda, tá virksemi sum hoyrir til tað almenna verður lagt í alment partafelag. Starvsfólk eru uppsøgd á ljótan hátt, og rættindi eru traðkað undir fót á Postverkinum, helt Kári P. Højgaard.

 

Júst hetta, rættindini hjá starvsfólkunum, er ein av orsøkunum til, at Starvsmannafelagið heldur lítið um almenn partafeløg. Løntakararættindini verða skerd og setanartrygdin versnar vildi orðstýrarin, Dánjal Højgaard, vera við. Tó hildu umboðini fyri borgarligu flokkarnar, at hesir trupulleikarnir áttu at verða loystir millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.