Almenn stuðulsrenning í Havn leygardagin

Tað verður lív í miðbýnum í samband við RAG renningina hjá TeenStreet

Almenna stuðulsrenningin "RAG" (Race and give) er tiltak í samband við TeenStreet leguna, sum er á Skúlanum á Argjahamri í hesum døgum. Tað verður runnið, gingið og trillað, fyri at stuðla einum góðum endamáli.

 

Men tað er ikki bara her, at runnið verður. Runt í Europa eru eisini slíkar legur samstundis sum hendan, og har savna tey eisini pening inn. Og so hevur eisini verið á hvørjum ári, TeenStreet hevur verið.

 

Rennarar eru vælkomin at vera í festligum klæðum ella at klæða seg út. Ymisk landafløgg eru eisini vælkomin.

 

RAG renningin verður  nú leygardagin, 7. aug. millum klokkan 14 og 16 í miðbýnum í Havn. Hitað verður upp kl 13.45 og Heðin Mortensen, borgarstjóri, setur tiltakið kl 13.55.

 

Rutan er frá trappuni í Vágsbotni og út á Reyn, niðan eftir Áarvegnum, eftir Vaglinum og oman eftir Sverrisgøtu og Tórsgøtu. Teinurin er 1 km.

 

Umframt renningina, verður ymiskt á skránni, og vóna fyrireikararnir, at nógv fólk leita sær oman í býin at renna, ganga, ella bara hyggja og heppa. 

 

Við trappuna í Vágsbotni verður stórur pallur settur upp, altjóða lovsangsorkestrið á Teenstreet spælir, og VSJ verður DJ og diskar upp við UPBEAT tónleiki. Frásøgumaður heppar á rennararnar. 

 

Á Ebenezer trappuni verður eisini tónleikur at hoyra, so rennararnir fáa nógvan góðan og lættan tónleik á leiðini. 

 

Fyri áskoðararnar verður andlitsmáling til børnini, og møguleiki verður at keypa eina pylsu. Sum nakað spennandi, so verður vatnkríggj, har áskoðarar kunnu hava vatnpistólir og sproyta eftir rennarunum.

 

Umframt tey 300 frá TeenStreet leguni, eru onnur eisini vælkomin at renna. Rennifeløgini Bragdið og Hvirlan eru boðin at renna við. Onnur rennifeløg eru eisini meira enn vælkomin at renna við. Onkur rennari ætlar at renna hálvt marathon uppá tveir tímar, so brúk er fyri øllum kreftum at heppa.

 

Leguluttakararnir finna stuðlar, sum kunnu tekna seg at stuðla – annaðhvørt, við at flyta eina fasta upphædd ella eina upphædd fyri hvørja rundu, ið runnin verður. Ein runda er uml. 1 km. long. Onnur, sum ynskja at stuðla, kunnu gera tað við at flyta pengar á eitt kontomummar, sum verður upplýst á stóra pallinum.