Almenn tiltøk í Vágum

Kvinnubólkurin í Vágum fer í vár at skipa fyri fleiri almennum tiltøkum. Tað fyrsrta verður týsdagin 1. mars

01.03.05 kl. 19.00 Almennur fundur í Bygdaskúlanum í Miðvági. Evnið hesaferð er skatturin, hvar fara krónurnar? Til hvønn, hvat og hví? Fyrilestur og tjak við Ingrid Henriksen.
Felagssangur og drekka er eisini á skránni.

08.03.05 kl. 20.00 Altjóða kvinnudagur í Bygdaskúlanum í Miðvági, yvirskriftin í kvøld er: "Kvinnur sum íbirtarar". Kvinnur í og úr Vágum, sum hava egna fyritøku, luttaka við innleggi og í tjakinum um hetta evnið. Um tú ætlar at stovna egna fyritøku, er møguleiki at fáa íblástur og góð ráð her. Á skránni er eisini felagssangur, drekka og undirhald við sangi og skemti.

26.03.05 kl. 14.00: Temadagur um ferðavinnu í Vágum undir yvirskriftini: "Dreymar og visiónir". Oda Andreasen heldur fyrilestur. Ólavur Poulsen hugleiðir. Fólk í ferðavinnuni og almennir mynduleikar í Vágum luttaka. Upplegg og tjak.
Hvussu kunnu vit fáa ferðavinnuna í oynni til at geva meira av sær? Brúka vit tað vit hava at bjóða? Eru vit ov bundin av tí, vit plaga at gera? Hvar er nýhugsanin? Verja vit tað vit hava, nóg væl? O.s.fr.
Tú kann sjálv/sjálvur koma við fleiri spurningum og svarum.
Hevur tú dreymar og visiónir, so kom við og ver við til at gera oynna betur at ferðast í, bæði hjá føringum og útlendingum.
Dagurin verður í Bygdaskúlanum í Miðvági.

21.04.05 kl. 19.00: Almennur fundur um friðing av gomlum býlingum í bygdunum í Vágum. Hvussu verja vit gamlar gøtur og hús? Skulu vit hava ein felags friðingarpolitikk fyri alla oynna ella skal hvør bygd sær syrgja fyri hesum?
Luttøka av serkønum og politikkarum.