Almenn varðarstørv lítlan áhuga

Bara tvey hava søkt starvið sum landsskjalavørður, og bara ein umsókn er til starvið sum landsbókavørður Freistin at søkja størvini sum landsbókavørður og landsskjalavørður er úti, men áhugin var ikki serliga stórur. Bara tríggjar umsóknir eru til tey bæði størvini.

Tey bæði størvini eru tíðaravmarkað, tí arbeitt verður við einum tjóðsavni, sum skal umfata Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið og Fornminnissavnið. Tí eru størvini sum landsbókavørður og landsskjalavørður tíðaravmarkað til 1. januar í 2011.

Martin Næs fór frá sum landsbókavørður í fjør, og Marjun Patursson er fyribils sett í starvið til 1. september. Sámal Tróndur Finsson Johansen varð í 2003 settur í starv sum landsskjalavørður í fimm ár, og hann røkir starvið fyribils til 1. september.