Almenna nettoskuldin er nógv minkað seinnu árini, og hon kemur væntandi niður um tvær milliardir krónur í ár.
Hetta staðfestir Búskaparráðið í nýggjari frágreiðing, sum júst er komin.
Almenna bruttoskudlin var 1. januar í ár umleið 6,9 milliardir krónur - 5,7 mia. uttanlands og 1,2 mia. í Føroyum. Av hesum skyldaði landskassin 5 mia. og kommunurnar 1,6 mia., meðan almennir stovnar - serliga Landsbankin og Húsalánsgrunnurin, skyldaðu 300 milliónir krónur.
Almenna nettoskuldin er nógv minkað seinastu árini og var við árslok 1999 mett til 2,5 mia. krónur.
Nettoskuldin kemur tí væntandi niður um 2 mia. í hesum árinum.
Landskassin skyldaði við ársbyrjar 4,3 mia. netto, kommunurnar 1,3 mia., meðan almennir stovnar áttu 3,1 mia. kr.