Almennaklientar eru dovnir lúshundar!

Tað skuldi ein so trú um ein skal fylgja vísdómsorðunum hjá formanninum í Havnar Framburðsfelag (HFF).

Í nýútkomnum upplýsandi lesararbrævið sigur formaðurin, umboðandi Fólkaflokkin í Suðurstreymoy soleiðis og eg siteri, fyri ikki at vera ákærdur at lúgva: “Vit halda ikki gang, men gleðast um, at samgongan roynir at fáa samfelagið aftur á beint, og eisini tryggjar, at tað loysir seg at gera nakað til nyttu her á landi, og ikki brúkar sína politisku orku og skattapening til at samsýna teimum, sum ikki ætla sær úr songini um morgunin.

At skilja skemt og og krittikk
Nú eri eg av góðum orsøkum ikki varugur við, hvørja vitan formaðurin í HFF hevur til heimssøgu, men velji eg tó at upplýsa eitt sindur um nýstluna av skemti mótvegis politikki og ráðandi stjórnum. Og hetta gerið eg, tí funnist verður at, at tey óndu og larmandi sosialistisku ungu niðurgerða sitandi samgongu. Og við nøkrum so skaðaleysum, sum at blaka bóltar eftir blikkum.

Verður hugt í heimssøguni er tað óteljandi dømi um at ráðandi stjórnir eru útsettar fyri skemti. Eisini eru tað óteljandi dømi, at kúgaði fólk eru tey, sum koma við teimum langt út og ofta sera niðurgerandi skemtisøgunum. Nevnast kann tað sera væl umtókta amerikanska politiska skemtisendingin “The Daily Show with Jon Stewart”, sum hevur eini 15 ár á bakið. Og tað einasta, sum verður skemta um, er politikkur, og stýrandi stjórnir. Teirra skemt hevur enntá fingið Iran at seta ein iranskan skemtara í fongsul. Sum slettis ikki var ætlanin. Har var ein stjórn, ið ikki skilti skemti.
Eisini er tað søgan um tá Slobadan Milosevic doyði. Hann fekk møguleikan at velja millum himmal og helviti. Eitt sjónvarp vísti  at, helviti var ein stór stuttlig veitsla við nokk av víni, flottum konufólki, og ball fallera alla somlu tíðuna. Himmalin var at sita á skýggjum og spæla hørpu alla tíðina. Milosevic valdi helviti, tí at tað var stuttligari fyri seg. Men gakk, so tá hann kom til helviti, var tað bara eldur, grátur og tannagrísl. Tá so Guð einaferð kom framvið, klagaði fyrrverandi statsleiðarin, og Guð svaraði bert aftur: “Tú av øllum skuldi vita betur enn at hava álit á eitt stjórnarstuðla sjónvarp”. Eyðkenni fyri tíllíkar søgur er, at tað eru tey kúgaðu sum sjálvi koma við søgunum. Og endamálið við søgunum er kritikkur ímóti sitandi stjórnum.

Nú skal eg ikki fara at fortelja skemtisøgur, men heldur vil eg vísa á hetta tragiska tá fólk ikki skilja skemt, men heldur hótta og sjálvi byrja at niðurgerða. Formaðurin í HFF ger seg sekan í at kolldøma ein útsettan samfelagsbólk. Tá hann sigur: “samsýna teimum, sum ikki ætla sær úr songini um morgunin”  kemur hann við tí stórstu ærumeiðing, sum eg havi sæð í langa tíð. Eg veit ikki um eg havi sæð líknandi ærumeiðing fyrr? Og hann ger tað enntá, hóast at hann sjálvur hevur sagt at tey sosialistisku ungu skuldu verið melda fyri ærumeiðing! Var hann ein eitt satt fólk, ið stóð við síni egnu orð, fór hann sjálvur til fútan og meldaði, tað hann heldur vera ærumeiðing. Ìstaðin fyri at koma við einari idiotiskari viðmerking, sum bara vísur, hvussu lítið hann skilur. Tá skemta verður, er tað fyri undirhaldsvirði, men eisini er boðskapur aftanfyri skemtinum oftani. Um formaðurin er ósamdur við Sosialistisk Ung (SU), so er hann vælkomin at koma við tølum og øðrum fakta, sum kann afturvísa uppáhaldi hjá SU, men átti hansara beinleiðis ósakliga og ófakliga meining verið óskrivað.
Tað mest komiska tó við meingini hjá formanninum í HFF, er at eingin hevur lagt nakað serligt í, hvat SU gjørdi á G! Men nú kemur ein óvitandi og blæsur alt upp. Sum er eyðkent fyri ósakligar kritikkarar. Tí at teir vita snøgt sagt ikki, hvat teir snakkað um!

Sitandi samgonga og framgongdin!
Roynt verður av formanninum at rósa samgonguni. Men hann kemur tíanverri ikki við nøkrum tølum, sum vit kunnu fyrihalda okkum til. Meini at SU kom við beinleiðis grundgevingum fyri, hví tey ráðandi skulu skjótast niður av hylluni. Men tað vil formaðurin kanska ikki fyrihalda seg til?

1)    Flatskatturin tæntið bert inntøkum yvir 300 túsund krónur. Fyri øll okkum onnur undir, er skattalættin á 800 kr í meðal longu uppetin av prísvøkstrinum og øktum avgjøldum.

2)    Prísvøksturin hevur síðani 2011 verið uml 2 % árliga, burtursæð frá einari lítlari minking beint nú. Kundi formaðurin í minsta lagið ikki brúkt hetta sum grundgeving, hósast at tað ikki kann brúkast til nakað sum helst.

3)    Inntøkurnar undir 220 túsund krónur hava fingið eina beinleiðis skattahækking á 12 % á pensjónsinngjald. Hetta varðveitir mismunin inn í pensjónina, tí at láginntøkur, ja løgið nokk, kunnu ikki leggja líka nógv til síðis. Og tá er tað enntá óavmarkað, hvussu nógv kann setast í pensjón, og her kunnu háginntøkurnar enntá spara í skatti. Kostar landskassanum, men hvat tá?

4)    Sagt verður at samfelagið skal aftur á beint. Men samfelagið upplivdi bert eina lítla niðurgongd á 500 millionir. Hermann Oskarsson segði jú at tað var bert hepni, at Føroyar ikki eisini vóru partir av fíggjarkreppuna. Og niðurgongdin er longu innafturvunnin, hóast idiotisku stýringina hjá landsstýrinum.

5)    Sparir landið minkar BTÚ. At spara í almenna geiranum er at minka um BTÚ. Og vit hava eisini sæð, hvussu vánaligt ella einki skil samgongan hevur fyri almenna økinum. Tað er niðurpínt av sparingum, sum samgongur hava ásett. Og hvat er úrslitið? Okkara gomlu og veiku vera sett til viks í sínum egna landi og skarni, tí at tunlar eru týðningarmiklari. Og tunlar í norðurøkinum framum tunlar í Suðuroy. Eg eri so í hvørt fall stoltur av ættarliðunum frammanundan meg, tí at tey hava bygt Føroyar. Men samgongan unnir teimum so ikki hjálp, tað hava vit fingið roynt seinastu mánaðinir.

Eg kann so tíanverri ikki melda!
Lógin, sum formaðurin í HFF sipar til, er nokk antin §§ 266 ella 267 í revsilógini. Hetta eru lógir, ið skulu verja ímóti diskrimination og ærumeiðing. Tíanverri, kann sigast, hevur punkbólkurin 200 prógva, at onnur kunnu ikki rættarsøkja vegna aðrar samfelagsbólkar, sum vera ærumeiddir. Eri sjálvur ein sum fái skattapening, men vænti ikki at tað er tey lesandi hann ákærir fyri at vera seingjarliggjandi. Kanska hann kann útdýpa tað okkum fyri okkum óvitandi?

Vil bara bera hesa síðstu heilsan til sosialistahataran, keyp tær Basserne ella Garfield, ella les um, hvussu skemt verður brúkt sum kritikkur. Og so kanst tú læra teg, hvat ein skal svara til og hvat ein ikki skal svara til. Ella lær teg bara hvat sosialisma er um, havi illgruna at høgravend havi lítið hugsjónarligt forstáilsi.
Og vælsignað verið, um tú heldur grundarlag er fyri at melda onkran fyri ærumeiðing:
Melda, ístaðin fyri at grenja um at onkur lóg er brotin.

 

Teitur Vágadal
sjúkrarøktarfrøðislesandi

p.s. meini ikki at her er nakað ærumeiðandi í hesi grein, men tað mugu so onnur meta um.