Almennar flogferðir

Fíggjarmálaráðið hevur gjørt royndaravtalu við seks ferðamannastovur um keyp av flogferðaseðlum til almenn starvsfólk

Samferðsla
Tær almennu uttanlandsferðirnar skulu fáast so bíligar sum gjørligt. Tað vil siga, at Fíggjarmálaráðið vil hava allar fyrimunir, sum fáast kunnu burtur úr flogferðunum, í sín part.
Ein royndarskipan er gjørd, har avtalað er við seks føroyskar feðramannastovur um keyp av flogferðaseðlum. Ferðamannastovurnar skulu so syrgja fyri, at teir fyrimunir, sum eru, kunnu fáast. Aftur fyri fær ferðamannastovan 50,- krónur av hvørjum feðraseðli í sín part. Bert skal viðmerkjast, at talan er um ferðaseðil, sum landskassin rindar fyri.
Í tíðindaskrivi sigur Fíggjarmálaráðið, at stovnarnir eiga at ferðast á bíligasta hátt. Tí er hendan royndarskipanin gjørd, og skal hon ætlandi vara í tríggjar mánaðar.
Við tíðindaskrivinum eru løgd yvirlit yvir tey tilboð, flogfeløgini hava, har víst verður á teir møguleikar, fyrimunuir og treytir, sum liggja við slíkari ferðing.
Tær seks ferðamannastovurnar, sum eru við í royndarskipanini eru Atlantsflog, Faroe Travel, Flogfelag Føroya, Fonn Flog, MB-Tours og Smyril Line.