Almennar umhvørvisfyrimyndir?

Oddagrein

Umhvørvið er bert til láns frá eftirkomarum okkara, og tí er tað ein skylda at fara so væl um sum tilber. Hetta er ein skylda, ið áliggur øllum. Vinnan og hvør einstakur borgari eigur at gera sítt til, at tað, vit hava til láns frá eftirkomarnum verður latið aftur í so góðum standi sum møguligt.

Land og kommunur eiga at verða fyrimyndir á umhvørvisøkinum. Landið eigur at lóggeva skynsamiliga røkt av tí, vit nu einaferða hava frá náttúrunar hond. Eisini eiga mál at orðast fyri, at fólk hava ein rætt at liva í økjum, ið ikki verða merkt av ídnaði, dálking og gangi. Orkupolitikkur landsins eigur at hava beinleiðis ávirkan á SEV, sum, í ein ávísan mun í hvussu so er, verður stýrt av kommununum í Føroyum. Her hava kommunurnar eina stóra uppgávu. Kommunurnar hava eisni ábyrgdina av nærumhvørvinum hjá borgarnum.

Fyrr var umhvørvi ikki raðfest líka høgt, sum í 2005, ella rættari sagt, líka høgt, sum man burdi raðfest í 2005. Tað hevur verið framgongd seinastu árini. Hetta sæst við at umhvørvið er komið á breddan, og at Agenda 21 er á skránni ymsa staðni í landinum. Serliga kann nevnast Vestmanna, ið má sigast at hava verið slóðbotandi hesum viðvíkjandi, og kundu aðrar kommunur lært nógv av Vestmenningum.

Størsta kommunan í landinum gav herfyri ein frálíkan faldara út um eina grønari Tórshavnar kommunu. Hetta er hugaligur lesnaður, og vónandi koma gerðir at fylgja góðu intentiónunum. Tórshavnar Kommuna eigur sum størsta kommuna í landinum at royna at ganga odda viðvíkjandi umhvørvisvernd og tryggjan av nærumhvørvinum, so at borgarar í kommuni, ið seta búgv, vita, at man ikki fær 1930 tilstandir við tungídnaði undir liðini av búseting við smábarnafamiljum. Tað er ivaleyst frálíkt at hava eina ætlan fyri hundaeksrementum í havnagøtum, men ikki kann tað koma ístaðinfyri skyldurnar, kommunan hevur yvirfyri øllum borgarum í kommununi, ið ikki bert umfatar Tórshavnar bý.

Fyrr vóru havnir og tungídnaður løgd í bygt øki, tí man ikki visti betur, ella ikki hevði kunnnleikan og peningaligu ressoursirnar til at fara útum bygt øki við slíkum. Í dag er hetta ikki støðan, og tí eigur til dømis Klaksvíkar kommuna rós fyri, hvussu hon hevur planlagt við havnum, ídnaði og øðrum seinastu árini. Hon hevur víst, at peningalig atlit bert er partur av einum máli, og at borgaratrivnaður og sosial ábyrgd í flestum førum viga tyngri.

Stóru kommunurnar hava politiska uppstilling, og tí eiga borgara at kunna krevja, at lokalu politikarnir fylgja politiskum stevnusskráum. Føgur orð um umhvørvi eru í flestu skráum, men viðhvørt kann verða ilt at fáa eyga á, hvussu hetta ávirkar kommunalpolitikk, ikki minst í størstu kommununi í landinum.

Okkara áheitan skal verða, at bæði land og kommunur taka sína skyldir í álvara og syrgja fyri, at allar úbyggingar í 21. øld verða gjørdar so skynsamuliga sum møguligt við minst møguligari ávirkan á umhvørvið og á nærumhvørvið hjá borgarum, ið hava sett búgv í góðari trúgv um at tungídnaður og larmandi virksemi ikki verður lagt á grannagrundini av einari ábyrgdarfullari modernaðari kommunu.

Sosialurin