Almennir stjórar fáa alt ov høga løn

Heðin Mortensen vil hava landsstýrið at endurskoða lønarskipanina hjá almennum stjórum

Tað er ikki rímiligt, at ein stjóri í einum almennum partafelag skal fáa langt yvir 100.000 krónur í løn um mánaðin.

 

Tað heldur Heðin Mortensen, løgtinsmaður fyri Javnaðarflokkin og tí heldur hann, at lønarviðurskiftini hjá stjórum í almennum partafeløgum skulu verða endurskoðað beinanvegin.

 

Og nú hevur hann so eisini spur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, hvar hon heldur um lønarlagið hjá stjórum í almennum partafeløgum.

 

Heðin Mortensen heldur, at viðhvørt sær tað út til, at vera púra tilvildarligt, hvørja løn ein stjóri í almennum stovnum, og almennum partafeløgum, fáa.

 

– Vit hava dømi um ein stjóra í einum almennum stovni, sum hevur umleið 800 starvsfólk undir sær og fær eina løn upp á 65.109 krónur um mánaðin, men ein annar stjóri, sum hevur 22 starvsfólk undir sær, fær 60.860 krónur um mánaðin. 

 

– Hvussu ber tað til, at aðalstjórin í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Herálvur Joensen, fær hægri løn enn løgmansstjórin, Marjun Hanusardóttir, spyr Heðin Mortensen. 

 

– Og vit hava dømi um stjórar í almennum partafeløgum, sum forvinna yvir 100.000 krónur um mánaðin –  altso nógv meira enn løgmaður. Er hetta rímiligt Spyr Heðin Mortensen, Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu við fíggjarmálum. 

 

Heðin Mortensen vísir eisini á, at landsstýrismaðurin við samferðslumálum  kundi, uttan trupulleikar, lækka lønina hjá stjóranum á Vága Floghavn 30.000 krónum um mánaðin í einum høggi. 

 

– Hetta merkir, at tað er góður møguleiki fyri at seta lønirnar niður, samstundis sum at tað er tørvur á at fáa eina yvirskipaða ætlan fyri lønarásetingum í tí almenna í Føroyum beinanvegin, sigur Heðin Mortensen.