Jan Müller
Hvussu gjørdist Noreg oljutjóð og hvussu hevur landið ment seg síðani fyrsta oljan varð funnin! Hvørji mistøk eru gjørd, sum føroyingar kunnu læra av? Eitt føroyskt Statoil og nógv annað er tað vit hava tosað við eitt av teimum kendu andlitunum í norsku oljuvinnuni, Jan Hagland, fyrrverandi jounalistur og í dag kunningarstjóri í Oljudirektoratinum, um. Vit hittu hann á altjóða oljumessuni í Stavanger í august.
Maritim traditión
Jan Hagland vísir á, at menningin av Olju-Noregi í veruleikanum er ein longjan av eini langari norskari maritimari ídnaðartraditión. ? Tað er einaferð sagt: »Skuldu menniskjuni búgva við strondina, máttu tey fyrst læra havið at kenna«. Hetta kann sigast bæði um Føroyar og Noreg. Havið hevur í árhundrað verið ein sera týðandi búskaparlig ressursa fyri vælstandin í Noregi. Við olju- og gassvirkseminum kenna vit havið betri enn nakrantíð, og havið sum búskaparlig resursa er týdningarmiklari enn nakrantíð fyrr.
Jan Hagland endurgevur Jac Worm Müller, professara fyri at hava sagt: »Det går tre hovedspor i norsk historie: Plogfåra, skisporet og kjølvannsstripen. Det går en linje fra Gogstadskipet ? Vikingatidens første skarpseiler ? til dagens oljeinstallasjoner i Nordsjøen og Norskehavet. De forutsetter godt håndværk ? og godt sjømanskap.«
? Í so máta var Noreg væl fyrireikað til oljuøldina sigur Jan Hagland og heldur fram: ? Tað verður sagt, at oljutøknin kom við útlendingunum. Jú, byrjanin var útlendsk: leitipallurin »Ocean Traveler«, »første utsending« frá oljuverðini uttanfyri ? kom úr Meksikanska flógvanum til Stavanger í mai 1966 og byrjaði at bora í juli. Um somu tíð lá ein systurpallur á beding í Noregi, og sum varð bygdur ? tað verður sagt við 150 norskum modifikatiónum ? grundað á norskan maritiman ídnað, kompetansu og royndir frá boringunum við »Ocean Traveler« á sumri og heysti 1966.
Hesin boripallur varð doyptur »Ocean Viking«. Tað var hann, ið skuldi klára leitiuppgávurnar í Norðsjónum, sum fekk heitið: »Heimsins veðurharðasta leitiøki fyri olju og gass.« Ocean Viking varð meira handsmíðaður til uppgávuna og fann somuleiðis Ekofisk-feltið á Tollaksmessu í 1969 ? ta sonevndu jólagávuna til Noreg. Norska umhvørvið hevði sett síni fingramerki á oljusøguna longu tá vísir Jan Hagland á.
Tað, sum síðani er hent, bæði viðvíkjandi fundum og tøkniligari menning, er meira enn íbúgvararnir kundu droymt um: Eftir 10 árum ? frá desember 1969 til desember 1979 ?- vóru allir teir stóru, teir sokallaðu gigantarnir funnir: Ekofisk, Frigg (gass), Statfjord, Gullfaks, Oseberg, Snorre og loksins Troll (olja og gass), sum skal framleiða gass til Europa í 70 ár ella enn longur.
Jan Hagland, sum dugir norsku oljusøguna uttanat og tí eisini brúkar nógva tíð til at greiða skúlanæmingum o.ø. frá henni, sigur víðari, at so hvørt eru hesi feltini vorðin bygd út við støðugari størri norskari luttøku ? við norskari teknologi, stig fyri stig og á størri og størri dýpi. Frá Ekofisk á 70 metrum til Ormen Lange á 900 metra dýpi úti í Norskahavinum. ? Høvdu hesi feltini ikki verið goymd av havinum, hevði Noreg kunnað víst tey fram sum nøkur av heimsins størstu tøkniligum undurverkum sigur Jan Hagland og vísir her til ferðavinnuna.
2600 brunnar
Higartil eru boraðir 2600 brunnar á norska landgrunninum (leiti- og framleiðslubrunnar) ella tilsamans 9219 brunnkilometrar. (Diameturin á jørðini er 12.740 kilometrar. Bert eitt óhapp hevur verið í framleiðsluni (Bravo 1977) og eitt í leititíðarskeiðinum (Haltenbanken 1985). Hetta heldur Jan Hagland er ein góð leiti- og borisøga, handverk og sjómanskapur. Í dag eru 60 felt í framleiðslu. 130 (smá og meðalstór) standa í bankanum. 30 av teimum verða útbygd næstu 10 árini og 50 aftrat uppá longri sikt.
Oljudirektoratið metir, at Noreg hevur bert framleitt umleið ein fimtapart av samlaðu kolvetnisgoymslunum higartil ? og at oljuframleiðslan fer at halda sær í 40 ár aftrat ? meðan gassið fer at vara í kanska 90 til 100 ár.
Jan Hagland sigur víðari, at hyggja vit at leitingini og eisini framleiðsluni, so hevur gingið væl á norska landgrunninum. Bygt er upp eitt trygt politiskt og fakligt fundament fyri eini tilfeingisfyrisiting, sum skal fáa oljuna og gassið at vara ? ikki bert til dagsins íbúgvar ? men eisini fyri framtíðar ættarlið, soleiðis sum okkara pragmatiska og jarðbundna Stórting orðaði tað í byrjanini av oljuøldini. Harafturat hevur man megnað at byggja upp eina trygdar- og arbeiðsumhvørvisfyrisiting, sum raðfestir atlitið til menniskju og havumhvørvi hægst.
Kortini dylur Jan Hagland ikki fyri, at virksemi á landgrunninum hevur kravt mannalív. »Sokkelen er sårbar ? som det moderne samfunn selv. Det må vi aldri glemme« leggur hann aftrat.
Oljupengarnir
Hvat kunnu Føroyar læra?
Vit spurdu Jan Hagland, hvørji mistøk eru gjørd, sum eitt nú Føroyar kunnu læra av?
? Her vil eg tríva beinleiðis í verandi politiska orðaskiftið í Noregi: brúkið av oljupengum, brúkið av okkara oljugrunni. Tjóðin stendur spjødd ? sum ein avleiðing av teimum risastóru oljuinntøkunum, sum Noreg hevur í løtuni. Endamálið við Oljugrunninum er at umgera eina kolvetnisformuu til eina fíggjarliga formuu fyri harvið at tryggja vælferðarstatin eisini aftaná olju- og gassøldina.
Tað syrgiliga er, at hetta hendir í eini tíð, har tað traditionella og trygga gerandis-Noreg er við at fara sundur: vánaligt heilsustøði, bíðirøðir til sjúkrahús, vánalig undirvísingartilboð og ikki minst um somu tíð: hægstu bensinprísirnir í Europa. Tí kemur kravið um at brúka oljupengarnar nú.
Noreg er í einum høgrapopulistiskum taki og langt frá tí »Olju-demokratii«, sum Stórtingsmeldingin nr. 25 1973-74 royndi at byggja út: »Et kvalitativt bedre Norge«. Henda Stórtingsmelding átti at verið fólkalesnaður í øllum londum, sum finna olju og gass í síni undirgrund ? fyri mest møguligt at tryggja, at oljan ikki bara verður uppfatað sum peningur og vald aleina.
Jan Hagland sigur seg ikki vita, um hetta kanska er tað týdningarmesta, sum Føroyar kunnu læra av Noregi:
Henda risastóra búskaparliga og pedagogiska avbjóðingin (umframt skilagóða ressurs-, trygdar- og arbeiðsumhvørvis-umsitan við denti á menniskju, náttúru og umhvørvi) ? at forklára, at oljupengar eru eins og aðrir pengar: teir hoyra framtíðini til ? sum ein grundrenta til at byggja landið víðari við.
At duga at hand-fara oljupengar
? Háland royndi at byggja upp vælferðarstatin við inntøkum frá Groningengassinum í 70-unum. Búskapurin í Saudi Arabia er í fríum falli eftir øgiliga búskaparvøksturin í kjalarvørrinum á oljupríshækkingunum í 1973. Tað eru nóg mikið av dømum. Men vilja vit lurta? Ella er oljunnar magi ov stór spyr Jan Hagland?
Tað verður spennandi um enn nakað sárt at fylgja Noregi út av (møguliga enn djúpri inn í) hesum vælferðar ? politiska dilemma. Hetta lagnuval fyri ættarliðini, sum koma eftir okkum.
Jan Hagland skilur væl, at føroyingar ? nú ein møgulig oljuvinna stendur fyri durum ? spyrja, hvussu norðmenn hava dugað at handfarið oljupengarnar ? og hvat føroyingar kunnu læra av norðmonnum, verður nógv olja funnin.
? Eg haldi tað er týdningarmikið, at alt tað føroyska samfelagið fyriheldur seg til komandi kolvetnisvirksemið. At man avvegar virksemi á landi og oljuídnað á havinum. Latið ikki traditionellar vinnur, sum eru sprotnar úr náttúrunnar og fólksins rútmu gjøgnum nógv árhundrað ? boyggja seg fyri eini nógv sterkari vinnu og sum í síni natúru er tíðaravmarkað. Tað vita vit. Lítið at olju og gassi sum eina epoku, einum avmarkaðum tíðarskeiði, soleiðis sum Noreg hevur gjørt (um enn henda tíðin kanska fer at vara í meira enn 100 ár). Men mest av øllum snýr hetta seg um trygd, trygd fyri menniskju, havumhvørvi og íløgur ? í hesi raðfylgju.
Føroyskt statoil
Nú Føroyar hava givið grønt ljós fyri oljuleiting stendur so ein nýggj tíð fyri framman. Tað er eisini hetta, sum oljuráðstevnan í Norðurlandahúsinum í dag og sum Føroya Løgting í næstum fer at hava aðalorðaskifti um: hvussu vilja vit, at henda vinnan skal mennast, skal ávirka samfelagið og hvønn einstakan, komandi ættarlið osfr. Ein spurningur, sum uttan iva fer at verða tikin upp í komandi orðaskiftinum er almenna oljufelagið. Vit spurdu Jan Hagland, hvat hann heldur um eitt føroyskt Statoil!
? Nú er tað fyrrverandi journalisturin, sum tosar. Noreg fekk Statoil: a. Tí tað er drúgv politisk traditión í Noregi við statsligari luttøku, har stórar nationalar nátúrressursir skulu troytast. (Skógbrúk, jarðbrúk, fiskivinna og elorkuútbygging). b. Tí at tað tá tíðliga í 70-unum var ein national bylgja í allari oljuverðini, tí ein ungur arabiskur búskaparlesandi, sjeik Yamani, í eini røðu í Georgetown í Washington, segði, at londini, sum áttu oljuna, áttu at havt størri áhuga í meirvirðinum á oljuni. Yamani gjørdist seinni oljumálaráðharri í Saudi Arabia og arkitekturin aftan fyri heimsins fyrsta oljuboykott. Yamani tjóðartók oljuna í Saudi Arabia, og onnur lond skuldu fylgja eftir. Í Europa fingu vit ENI í Italia, og í Fraklandi Total og ELF sum statsoljufeløg, meðan BP í Bretlandi varð byrjað sum ein tjóðskaparligur kongstanki frá Winston Churchill fleiri ár frammanundan.
Tá Noreg á henda hátt fór út í heimin at finna oljupolitiskar loysnir vórðu tjóðskaparligar loysnir nettupp tað, sum aðrir høvdu tikið stig til. Vit fingu eisini Statoil, tí Noreg hevði ikki ta minstu peiling av oljuídnaði ? og vit fingu Oljudirektoratið út frá sama hugsannarhátti: Noreg, sum átti undirgrundina, mátti hava fakumhvørvi eins og tey etableraðu oljufeløgini ? fakliga og fyrisitingarliga.
Statoil tað rætta
Jan Hagland vísir á, at uppgávan hjá Statoil er at introdusera oljuídnaðin til norskar fyritøkur og vinna pengar fyri statin, soleiðis æt tað ? og fyritøkan hevur gjørt hetta ? á ein hátt, sum fær seg at halda, at Statoil hevur verið tað rætta.
? Noreg hevur, eisini við at leggja seg eftir tveimum øðrum norskum umhvørvum og eini røð av útlendskum oljufeløgum, stórt sæð rokkið sínum oljupolitiskum málum. Men Noreg hevur samtýðis national oljuumhvørvi, Statoil og Hydro ? sum kunnu leita eftir olju og gassi, hvar tað skal vera í heiminum ? og tað gera tey eisini.
Eg kann ikki síggja nakað negativt í eini slíkari víðkan av norskum ídnaðarpolitiskum perspektivi í eini tíð við globalisering og øktari altjóða kapping.
Við hesi bakgrund, sigur Jan Hagland víðari, er tað ikki torført at mæla Føroyum at tryggja sær tjóðskaparliga stýring av olju- og gassvirkseminum. ? Á hvønn hátt hetta skal gerast kann man altíð skifta orð um. Persónliga trúgvi eg uppá felagsformin og ta ekspertisu ? førleika ? hesin gevur á heimligari grund ? og síðani, kanska eisini úti í verðini ? eins og við norskum feløgum. Td. Føroyar á norska landgrunninum, sum tað sømir seg góðum grannum í tí norðureysturatlantiska felagsskapinum.
Ráð og royndir
Besti mátin, sum Noreg kann hjálpa Føroyum er við ráðum og royndum sigur Jan Hagland, sum vísir á, at Føroyar longu hava havt tríggjar stipendiatar á Oljudirektoratinum. ? Okkara dyr eru altíð opnar fyri framhaldandi samstarvi um fakta og royndir í tí, sum er veruliga endamálið við øllum oljuorðaskifti: »Få inn den praktiske hverdag som en fast grep rundt denne relativt nye og udfordrende virksomhed i havet. Havet har en triviell, men samtidig en enorm kraft i sig. Det blir aldri utdatert. Havet kommer igjen og igjen som en evighetsmaskin ? mens olje og gass tar farvel om hundre år eller der omkring« sigur Jan Hagland á sínum móðurmáli og endar við orðunum:
»Med oljevirksomheten til havs, er der utviklet en slags romfartsteknologi for havet også. Jordens indre rom. Vår samlede kunnskap er etter hvert blitt så stor, at amerikanske forskere nå snakker om havet som »et indre univers« ? hverken mer eller mindre. Det er denne fremtidsvisjon nå også Færoyane kaster en lasso etter, når oljeletingen begynner om noen tid.«