Almennu útreiðslurnar eru øktar eina góða milliard síðan 1998. Tað svarar til ein vøkstur á góð 6 prosent um árið.
Tað hevur leingi verið ført fram, at almennu útreiðslurnar eru nógv hækkaðar síðstu árðini, men nú verður tað so eisini staðfest í Hagtíðindum fyri oktober. Størsti vøksturin er í almennu nýtsluni ? 790 milliónir krónur ella 9 prosent um árið. Næststørsti vøksturin er í íløguútreiðslunum, 323 millónir krónur.
Almennu útreiðslurnar vóru 4,9 milliardir tilsamans í 2002. Av hesum er almenna nýtslan 2,7 milliardir krónur.
Almenna nýtslan er lønarkostnaðir og útreiðslur av vøru- og tænastukeypi. Tá tosað verður um samlaðu almennu útreiðslurnar skulu peningaveitingar, sum tað almenna letur húsarhaldum, fyritøkum og feløgum, og almennar íløgur eisini roknast uppí.
Heimastýrisfyrisitingin eigur størsta partin av almennu nýtsluni. Í 2002 var hon 1,8 milliard krónur í mun til 1,3 milliard krónur í 1998. Kommunurnar hava økt nýtsluna frá 332 milliónum krónum í 1998 til 558 milliónir krónur í 2002.
Til ber at samanbera almennu nýtsluna í Føroyum við hana í Danmark og Íslandi. Verður nýtslan gjørd upp í mun til bruttotjóðarúrtøkuna liggjar Føroyar ovast í almennari nýtslu við Danmark á øðrum plássi og Íslandi á triðja plássi.