Almennur fundur í Suðuroy um nýggja suðuroyarskipi

?Hóskvøldið fer Strandferðslan at fortelja almenninginum í Suðuroy um nýggju suðuroyarferjuna, sum skal byggjast ístaðin fyri Smyril

 

Suðuroyarsiglingin


Nú fer Strandferðslan at hava kunnandi fund fyri suðuroyingum um nýggju suðuroyarferjuna, sum skal byggjast ístaðin fyri Smyril.

Fundurin er almennur og hann verður á gistingarhúsinum í Øravík hóskvøldið klokkan 19.

Við á fundinum vera umboð fyri Strandferðsluna, umframt umboð fyri danska felagið, Knud E. Hansen, sum hevur projekterað nýggja suðuroyarskipið. Harumframt verða eisini limirnir í projektbólkinum hjá Strandferðsluni, sum hava lagt nýggja skipið til rættis.

Knud E. Hansen læt fyrr í summar Strandferðsluni tað lidnað projektið og fyri einum 14 døgum síðani vórðu Løgting og landsstýrið kunnað um ætlanina.

Nú suðuroyingar skulu kunnast um nýggja skipið, er tað eitt rúgvismikið tilfar, sum Strandferðslan og Knud E. Hansen hava leggja fram fyri fólki.

Eitt nú fer stjórin á Strandferðsluni, Reidar Nónfjall, at leggja fram um um ferjurakstur í Føroyum og um tær avbjóðingar, sum eru fyri framman.

Aftaná fer umboðið fyri Knud E. Hansen at leggja fram um sjálva ferjuna. Hann fer at greiða frá, hvussu hon sær út, hvussu hon er innrættað o.s.fr.

Samstundis hevur hann serligar teldumyndir av nýggju ferjuni, har tað, sæst, hvussu hon fer at síggja út, júst sum á eini fotomynd.

Aftaná framløguna verður høvið hjá fundarfólkinum, at seta fram viðmerkingar og spurningar til Strandferðsluna og Knud E. Hansen um skipið.

Strandferðslan sigur, at tað er pláss fyri gott 200 fólkum í fundarhølinum á gistingarhúsinum og at tey vóna, at so nógv sum gjørligt fara at møta upp.