Fakfeløgini í Føroyum bjóða nú til almennan kunningarfund í Norðurlandahúsinum týskvøldið 29 klokkan 19 at viðgera ætlanirnar hjá samgonguni at skatta pensjónir við innghald og at seta flatskatt í gildi.
Samgongan hevur skapt ein stóran ótryggleika millum fólk við at seta stórar og kollveltandi, men óumhugsaðar skipanir í verk, siga fakfeløgini.
Fakfeløgini siga, at tey hava nógvar spurningar, men tey fáa einki haldgott svar, tá ið tey spyrja hvørja ávirkan samgongskjalið fer at hava á lønmóttakaran í Føroyum.
- Kollveltandi broytingar, ið síggja út til at taka grundarlagið undan pensjónskipanini í framtíðini, og ein flatskatta skipan, sum fær lønargjónna at gleiva enn meira, fáa okkum at seta viðkomandi spurningar.
Fyri at vit skulu vita og ikki gita, hava fakfeløgini tískil fingið vællærd fólk at greiða frá um hesi evni á almenna fundinum í Norðurlandahúsinum týskvøldið.
Á fundinum fer Jan Otto S. Holm, Cand.merc FIR, at hava fyrilestur um hvørjar avleiðingar pensjónskipanin hjá BADH fer at hava fyri pensjónsviðurskifti okkara.
Eisini fara Malan Johanesen, Cand. Merc og MBS, og Kári Petersen, Cand.Polit og MBA, at greiða frá nøkrum av teimum stóru spurningunum, sum samgonguskjalið setur.
Tiltakið verður eisini kryddað við onkrum mentanarligum framførslum.
Á Myndini eru tað Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki og Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarfelag á einum kunningarfundi hjá fakfeløgunm.