Klokkan 15 seinnapartin í morgin, leygardagin, verður fyrilestur í skúlanum við Gøtugjógv um ADHD og aðrar psykiatriskar sjúkur hjá børnum og ungum.
Tað er ADHD felagið, sum skipar fyri og tað verður Tórmóður Stóra, sálarlækni, sum heldur fyrilesturin.
Fyrilesturin er almennur og hann er ókeypis og hann er ætlaður lærarum, pedagogum, foreldrum og annars øllum, sum hava við børn og ung at gera ella sum hava áhuga fyri hesum viðurskiftum.
Eftir fyrilesturin verður høvi at seta spurningar.
Lív Magnussen, sum er ein av fyriskiparum sigur, at ta eru alsamt fleiri og fleiri, sum fáa staðfest ADHD og í Danmark verður mett, at eini 2% av børnum og ungum hava hetta sálarliga brek at dragast við.
Hvussu støðan er í Føroyum, men hon heldur ikki, at nakað er, sum bendir á, at trupulleikin er minni í Føroyum.
Kanska er hann enntá størri, tí ADHD er ein arvalig sjúka og í einum lítlum og avbyrgdum samfelagið, sum tí Føroyska, hava arvaligar sjúkur lyndi til at verða vanligari enn aðrastaðni.
Men hetta er so mikið vanligt, at tað munnu vera fáir stórir skúlaklassar, har ikki onkur næmingur hevur ADHD.
Myndin er av Tórmóði Stórá, sálarlækna.