Mánakvøldið 21. oktober kl. 20.00 heldur Kim Simonsen fyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini. Fyrilesturin eitur
Bardagin um føroysku fortíðina ? føroysk søgufatan og mentanarsøga millum tjóðarbygging, mytur og postkolonialan vandasjógv. Øll eru vælkomin.
"Nakrar visiónir fyri norðurlendskt samstarv í framtíðini.
Um viðurskifti millum størru londini og útnorðurlendsku útjaðarnar í einum altjóðagjørdum heimi, sæð í sosiologiskum høpi."
Hesa yvirskriftina hevur Kim Simonsen givið fyrilestrinum hjá sær, sum hann fer at halda í Norðurlandahúsinum sunnudagin kl.16.00.
Norrøna Felagið og Norðurlandahúsið skipa fyri.
Um mánaðaskiftið hevur Norðurlandaráðið ársfund í finska høvuðsstaðnum Helsinki. Nógv verður gjørt burturúr í ár, tí Norðurlandaráðið er fimmti ár í ár.
Tí hóskandi júst nú at viðgera okkara lut her í Útnorðri í norðurlendska
samstarvinum.
Og Kim Simonsen rópar varskó: ? Teir góðu Norðurlandavinirnir er skjótt horvnir, so sum Sven Havsteen-Mikkelsen við sínum tekningum, og Bjarne Nielsen Brovst við bókum um William Heinesen.
Hetta ættarliðið hevði eina sunna modernaða mentafatan, har Útnorður var eins modernað og alt annað, sigur Kim Simonsen. Hann leggur afturat:.
? Í dag skulu vit ansa eftir, at tað norðurlendska ikki endar við at endurskapa agg móti nútíðini, at norðisman sum hugmyndafrøði ikki gerst ein skansi móti metropolum, Evropa og heimsárinum, har vit enda við at verja okkum móti útlendskari mentan.
Vit eiga ikki bara at leggja dent á eldri føroyska mentan (folklorisering), tá vit royna at umboða okkara samleika her í Útnorði, tí so endar henda mentan sum nakað eksotiskt.
Eg eri bangin fyri, at Útnorðurmentanarhúsið á Bryggjuni í Keypmannahavn fer at seta okkum Útnorðurfólk í ein bás, har vit skulu útstillast sum okkurt eksotiskt í føroyskari húgvu, og leggja dent á alt gamalt.
Hetta kann fáa eina øvugta ávirkan, at útlendingar nú fáa »prógv« fyri, at vit hanga føst í fortíðini og at okkum dámar tað, sigur Kim Simonsen.
Fyrilesturin hjá Kim Simonsen verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin 20.oktober kl.16.00, og hann er almennur. Eftir fyrilesturin verður kjak um evnið stendur í tíðindaskrivi frá Norrøna Felagnum.