Heri Mohr
---
Í Sosialinum lesa vit, at handlar, feløg og onnur ikki hava avroknað hundraðtals milliónir í MVG, sum sambært løgtingslóg nr. 136 frá 30. december 1997 skal ”rindast til landskassan í øllum liðum av vinnuligari sølu av vørum og tænastum og við innflutningi úr útlondum.” Í lógini er tilskilað um virki, handlar og tænastur, ið skulu rinda MVG, vavið á avgjaldsskylduni, avgjaldsskylduga virðið o.s.fr.
Sambært Sosialinum í farnu viku hevur landskassin mist einar 400 MVG-milliónir.
Til dømis hevur eitt felag – Five Star Entertainment – kostað landskassanum smáar 300.000 krónur. Tað man vera ivasamt, um hesar mongu milliónirnar nakrantíð koma í landskassan.
Øll, ið eru MVG-skrásett, innkrevja pening, har 25% er alment. Hetta er peningsfæ, ið er litið teimum upp í hendur. Á donskum eitur hetta betroede midler.
Tað, sum nú er komið í ljósmála, gevur orsøk at spyrja, um MVG -umsitingin hevur nóg góð eftirlitsamboð?
Tá ið landsstýrið við kunngerð í 1981 gjørdi reglur um tollkreditt, vísti tað seg sum frá leið, at neyðugt varð at fáa eina ítøkiliga trygdarskipan mótvegis teimum, ið fingu tollkreditt. Ikki fyrr enn landskassin (gjaldstovan) fekk bankatrygd (ella aðra eins góða trygd) upp á, minnist meg rætt, 100.000 krónur fyri hvørt tollkredittloyvi, ið varð veitt, kom tollkreditturin í rímiliga trygga legu.
Advokatar (sakførarar) mugu altíð ansa eftir, at klientpeningur, sum er peningsfæ litið upp í teirra hendur, dag um dag verður settur á serstaka klientkonto í peningastovni, og sakførararoknskapurin skal altíð verða dagførdur samsvarandi.
Um advokatur ikki yvirheldur klientkontoviðtøkurnar, kemur Advokatráðið upp í leikin, og avleiðingarnar kunnu gerast álvarsligar og í versta føri tragiskar.
Eins og advokatar eru undir eftirliti av einum advokatráði, er tað í MVG-lógini tilskilað, at landsstýrið setir eina nevnd við 3 limum, ið hava fjølbroyttan kunnleika til fyrisiting og vinnulívsviðurskifti.
Til tess at byrgja fyri, at slíkt, sum nú er komið í ljósmála viðvíkjandi innkrevjing og avrokning av MVG ikki kann henda aftur, mugu trygdartiltøk setast í verk ongantíð ov skjótt.
Besta loysnin – og tann bíligasta – man vera at brúka trygdina hjá advokatunum sum fyrimynd: Goldið MVG skal regluliga, hvønn dag (ella eina ferð um vikuna?) gerast upp í roknskaparhaldinum, og upphæddin skal so sama dag setast inn á eina serstaka klientkonto í peningastovni. Hendan kontoin verður brúkt til MVG og einki annað. Tá ið MVG so verður avroknað til TAKS, skal hetta avgreiðast um nevndu MVG-konto í avvarðandi peningastovni. TAKS skal hava eftirlit við, at hesin almenni peningur verður umsitin væl og virðiliga samsvarandi reglugerðum.
MVG-peningur av sølum og tiltøkum frá stevnum, festivalum, entertainments og tílíkum verður gjørdur upp skjótast gjørligt og avroknaður landskassanum beinanvegin.
Tann av landsstýrinum setta 3-manna-nevnd skal regluliga hava fráboðan við serstøkum skjali kanska tvær ferðir um árið; tað seinna saman við ársroknskapi (ársuppgerð) og undirskrivað av ábyrgdarstjóra og grannskoðara.
Eigarar, stjórar og nevndarformenn ábyrgdast persónliga fyri óavroknaðum, goldnum MVG.
Um ein onnur og betri skipan – t.v.s. tryggari skipan – kann verða gjørd, ja, so eigur hon sjálvandi at setast í verk.
Hetta hevur skund.