Leif Abrahamsen er farin í farloyvi frá starvinum sum stjóri á Gjaldstovuni í eitt ár. Hesa tíðina skal Durita Tausen røkja starvið.
Tað veit Kringvarpið at siga.
Leif Abrahamsen sigur við Kringvarpið, at eingin ósemja býr undir avgerðini um at fara í farloyvi, og hann fer næstu tíðina at taka sær av løttum.
Leif Abrahamsen fer aftur í stjórastarvið á Gjaldstovuni 1. juni næsta ár.