Alment Føroyameistaraskap í Olympiskari Vektlyfting

Styrkifelag Føroya, felag undir Styrkisambandi Føroya, skipar kappingina.

Hetta er aðru ferð skipað verður fyri FM. Fyrsta FM var í 2020. Úrslitini frá tí kappingini kunnu síggjast á talvuni í greinini.

Olympisk Vektlyfting, sum tað liggur í navninum, er ein olympiskur ítrottur. Tað snýr seg um vektlyfting í greinunum ”Snatch” (Trekk) og ”Clean and Jerk” (vend og stoyt).

Hesin ítrottur bleiv partur av OL í 1920, og er sostatt ein ítrottur við langari søgu. Við nýstovnaða sambandinum, og ítrottarfelagnum Styrkifelag Føroya, hevur hann veruliga tikið dik á seg her á oyggjunum. Olympisk Vektlyfting hevur kropsliga styrki, fimi og ítrottaranda sum hornasteinar.

Tað verður kappast eftir IWF (International Weightlifting Federation) mannagongdum/reglum. Kappast verður eftir Sinclair háttinum. Sinclair hátturin javnsetur luttakararnar yvir fyri kropsvekt. T. v. s. at ein lættur lyftari kann tískil vinna á einum tyngri lyftara, hóast tann tyngri lyftir meira. 

Hóast kappast verður eftir Sinclair háttinum, so er møguleiki at seta almenn føroysk met í vektklassunum hjá IWF (International Weightlifting Federation). 

Styrkifelag Føroya er í samstarvi við danska landsliðsvenjarin í Olympiskari Vektlyfting, Frank Petersen, og hann er við at skipa kappingina.

Kappingin, sum fer fram í hølunum hjá Tvørmegi, er skipað undir ÍSF. Sostatt eru reglur, vit kenna frá almennu ítróttini galdandi.