Alment hondbóltsdómaraskeið

Fýra nýggir reglar í føroyskum hondbólti

Alment hondbóltsdómaraskeið við Johnny Taumann verður hósdagin í morgin klokkan 19.00 í Hoyvík. Skeiðið er fyri øll, B-dómarar, venjarar, spælarar, leiðarar, áskoðarar og ung sum eldri, boðar hondbóltssambandið frá.

 

Í HSF hava tey eitt ynski um, at allir venjarar og spælarar í fremstu deildunum, eins og ungdómsvenjarar og spælarar og ábyrgdarpersónar í feløgunum annars møta. Á skeiðnum verða nýggju reglarnir gjøgnumgingnir, og høvi verður at royna seg í roynd.

 

Fýra nýggjar reglur í fremstu deildunum

Á limafundi hjá HSF hósdagin 25. august var samtykt at taka fýra av teimum fimm nýggju spælireglunum hjá IHF í brúk í Føroyum fyri fremstu deildirnar. Karstin Joensen legði, vegna Dómaranevndina, tilmæli fram viðvíkjandi nýggju reglunum og mælti til, at taka fýra av teimum fimm reglunum í brúk í Føroyum.

 

 

Nýggju reglurnar talan um eru hesar:

1: Passivt spæl: Tá ávaringartekin er givið, hevur liðið í álopi seks avleveringar, innan tað skal avsluttast.

 

2: Blátt kort: Tá ein spælari fær reytt kort og eftirfylgjandi blátt kort, merkir hetta, at tað fylgir ein frágreiðing við, sum verður send til viðgerðar hjá aganevndini.

 

3: Seinasti hálvi minuttur: Eitt brot, sum verður sektað eftir hesi reglu, gevur reytt/blátt kort. Nú kann man ikki longur velja millum at fáa bóltin ella brotskast. Framyvir gevur eitt tílíkt brot altíð brotskast. Samstundis hevur IHF broytt tíðarskeiðið, frá at galda seinasta minuttinum av einum dysti til at galda seinastu 30 sekundunum.

 

4: Sjey móti seks: Til ber nú at spæla 7 móti 6, uttan at tann sjeyndi útispælarin skal hava vest yvir spælitroyggjuna. Hetta hevur við sær, at einhvør spælari kann renna út og skifta við málmannin. Hinvegin kann eingin útispælari renna inn í málteigin og verða málmaður, um liðið ikki nær at skifta málmannin innanftur. Fer eina útispælari inn í málteigin, gevur hetta automatiskt brotskast til mótstøðuliðið og kann eisini geva útvísing.

 

5: Skaddur spælari á vølli: Hendan reglan handlar um ”film” og drál. Ein spælari, sum fær viðgerð á vøllinum fær karantenu í næstu trý álopini – tó ikki um takling, sum spælarin er blivin skaddur av, hevur viðført sekt til mótstøðuleikaran. Hendan reglan skal fyribyrgja og revsa spælarar fyri at tilvita filma, ella latast skaddir fyri at draga tíðina.

 

Dómaranevndin mælti til at samtykkja tær fyrstu fýra reglurnar, meðan mælt var til bíða við nummar fimm. Orsøkin til at mælt var frá nummar fimm var, at mett var at hetta kundi vera at krevja ov nógv av dómaraborðunum, av tí at heldur fáir dystir hava ásettar eygleiðarar, ið eru teir, sum skulu umsita regluna.  Nýggju reglurnar eru bert galdandi í fremstu deildunum hjá kvinnum og monnum.