Alment innlit týdningarmiklari enn summarfrí

Tað er ein uppgáva hjá leiðsluni í kommununi at skipa arbeiðið soleiðis, at fyrisitingin virkar á fullgóðan hátt alt árið, eisini í frítíðini, skrivar Løgtingsins Umboðsmaður.

Runavíkar kommuna hevur fingið eina átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni, tí kommunan ikki gav einum borgara innlit í eitt byggimál.

Borgarin bað tann 1. august um innlit í málið, men fekk tað svar, at starvsfólkið, sum hevði málið um hendi, var í summarfrí.

Men eftir at starvsfólkið var komið aftur úr summarfrí, fekk borgarin framvegis einki innlit og valdi tí at kæra málið til Løgtingsins Umboðsmann.

Niðurstøðan hjá Umboðsmanninum er, at hetta er alt annað enn nøktandi, og tí hevur hann givið Runavíkar kommunu eina átalu fyri hetta.

Samstundis hevur umboðsmaðurin heitt á kommununa um at skipa arbeiðið soleiðis, at fyrisitingin virkar á fullgóðan hátt alt árið.