Tað eru liðin júst fýra ár, síðani at seinasta skotið var skotið ígjøgnum og koyrandi varð til hesa fjarskotnu bygdina.
Kortini hevur tunnilin ongatíð verið opin fyri almennari ferðslu. Men tað verður hann altso hósdagin.
Í hesum sambandi verður hátíðarhald við tunnilsmunnan, har innboðin verða boðin við til móttøkuna sum Landsverk skipar fyri.
Hátíðarhaldið byrjar kl. 10 í morgin, tá Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri letur tunnilin alment upp.
Aftaná verður móttøka fyri innbodnum í pakkhúsinum í Bø, har borgarstjórin í Sørvági - og herundir Gásadali – Jákup Suni Lauritsen heldur røðu.
Í eina tíð hava menn hjá fyritøkuni El-Teknik í Leirvík arbeitt við at seta upp ljós- og trygdarútbúnað í tunlinum, eins teir hava arbeitt við at vatn- og frosttryggja tunnilin.
Hetta arbeiðið er nú komið so mikið langt, at tunnilin kann latast upp alment hósdagin.
Longdin á tunlinum er 1410 metrar og er koyribreytin 3,5 metrar breið. Vegalongdin Bíggjarmegin er 400 metrar og Gásadalsmegin 850 metrar.