Nú ber til at fylla út eitt umsóknarskjal og harvið melda seg til alment lutakast um grundøki í aðru útstykkingini við Klingrutjørn. Seinasta freist at skriva seg upp er á midnátt sunnudagin 2. september 2018.Síðani verður lutakast millum øll tey, sum hava meldað seg til, og sum lúka treytirnar fyri at fáa tillutað grundøki frá Tórshavnar kommunu.
Á heimasíðuni torshavn.fo ber til at lesa meira um grundøkini, sum lutakast verður um, og um treytirnar fyri at vera við í lutakastinum.
Snarskivan eftirkannar, at allar tilmeldingarnar lúka tær treytir, kommunan setir. Kemur Snarskivan til ta niðurstøðu, at onkur ikki lýkur treytirnar, fær viðkomandi boð um hetta, áðrenn lutakastið verður avgreitt, so møguleiki er at rætta møguligar misskiljingar.
Tá ein hevur meldað til, fær ein sjálvvirkandi kvittan frá Tórshavnar kommunu við boðum um at senda váttan frá peningastovni um, at ein hevur tøka fígging til eitt grundøki. Slík váttan er treyt fyri, at ein kann luttaka í lutakastinum. Skilagott er tí at seta seg í samband við peningastovn um hetta beinanveg.
Stykkini eru um 400 fermetrar til støddar og planerað. Kostnaðurin er mettur at blíva 685.000 kr og arbeiðið er mett at taka 15 mánaðir. Haraftrat kemur matrikkulleringin, sum kann taka eina tríggjar mánaðir.