Almenni parturin av valstríðnum endar við orrustu ímillum floksformenninar á Rás2 í kvøld.
Allir sjey floksformenninir eru í holmgongu niðri í Miðlahúsinum og tað verður sent beinleiðis á Rás2.
Tiltaki er alment og har ver væl av fólkið komið at lurta. Men verður hugurin til tað, er tað eisini opið á Hvonn, hinumegin vegin, tí har verður valstríðið eisini sent beinleiðis.
Sendingin í kvøld varar til á midnátt.
Í endaspurtinum í kvøld fara Kaj Leo Johannesen og Høgni Hoydal at kjakast um ríkisfelagsskap og blokk. Aksel Johannesen og Jørgen Niclasen fara at kjakast um skatt og almennar útreiðslur og beint nú kjakast Kári á Rógvi, Jenis av Rana og Poul Michelsen um fólkavøkstur, útbúgving og etisk mál.
Teir eru vælupplagdur og ikki sørt, at tað býr ikki sørt av skemti undir álvaranum.
Sí eisini myndafrásøgn frá valsendingini í Miðlahúsinum.