Hetta var eitt sera gevandi skeið â?? har tú slapp at uppliva, hvussu smáir marginalarnir eru í hálkukoyring. Vit kunnu bara viðmæla, at allir bilførarar sleppa at royna seg á eini tílíkari breyt, tí eingin má halda, at vit eru nóg tilvitað um, hvussu smáir marginalarnir í veruleikanum eru í hálkukoyring.
Kjakið um hálkubreyt kenna vit. Tað hevur verið frammi við jøvnum millumbilum í ein mansaldur, hóast einki framstig hevur verið í eygsjón. Vit kunnu kanska undrast á, hví einki hendir á hesum øki, hví t. d. tryggingarfeløgini ikki sýna slíkum størri ans.
Tað er heilt vist, at um allir bilførarar fingu ein tíma á eini slíkari hálkubreyt, so spardu tryggingarfeløgini nógvar pengar við óneyðugu skaðunum, ið henda í hálkuni.
Slík tiltøk kunnu einans menna ferðslukunnleikan og ferðslutrygina â?? og menna høga málið, sum myndugleikarnir hava sett við null-hugsjónini: At eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni!