- Seinastu árini eru nógvir útlendingar komnir til landið. Alneyðugt er, at hesi fólk læra føroyska málið so tíðliga, sum til ber, so tey koma at trívast í nýggja umhvørvinum, gerast partur av føroyska samfelagnum og kunnu starvast innan teirra øki.
Tað sigur løgtingskvinnan Rigmor Dam, sum hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum, munnligan fyrispurning um undirvísing í føroyskum til útlendingar í Føroyum.
- Útlendingar hava rætt til 20 tímar undirvísing í føroyskum, sum kvøldskúlin bjóðar út. Í samstarvi við Tórshavnar Kvøldskúla og ALS bjóðar Mentamálaráðið nú 20 vikur skeið í føroyskum máli og mentan, men sum skilst er eftirspurningurin nógv størri enn útboðið, sigur Rigmor Dam.
- Serliga eru nógvar kvinnur komnar hendan vegin, tí tær hava føroyskan mann. Hesar hava eisini ofta børn, sum kunnu koma illa fyri, tí mamman ikki dugir føroyskt. Tá er vandi fyri, at foreldra/barn leiklutirnir verða býttir um, og at barnið fær eina ábyrgd, sum tað ikki er búgvið til.
Rigmor Dam spyr millum annað, hvørjar ætlanir hevur landsstýrið í mun til at bjóða útlendingum betri og fleiri tímar í føroyskum máli og mentan.
Fyrispurningurin skal svarast í løgtinginum mikudagin.