Formil 1
Hetta vikuskiftið verður bretska formil 1 koyringin á Silverstone breytini, og hyggja vit at hvussu royndarkoyringarnar hesar báðar seinastu vikurnar síðan Monako hava gingið, so tykist Ferrari at vera skjótasta liðið, í harðari kapping við Renault.
Tað tykist longu greitt, at heimsmeistarin í formil 1 í 2006, antin eitur Fernando Alonso ella Michael Schumacher. Fernando Alonso er nú 21 stig framman fyri Michael Schumacher í kappingini um heimsmeistaraheitið, og kann tí tapa nógvar koyringar til Michael Schumacher, um hann sjálvur er næstur honum.
Skulu vit døma eftir hvussu Alonso koyrdi stórar partar av kappingarárinum í fjør, so verður hetta ivaleyst ein koyring, har hann ikki fer at taka ov stórar kjansir.
Silverstone er heimabreytin hjá bæði Jenson Button og David Coulthard, men tað er ivasamt um teirra Honda og Red Bull bilar eru nóg góðir til at tryggja teimum sigurin. Jenson Button sigur í øllum førum, at fólk ikki eiga at vænta ov nógv.
Núverandi heimsmeistarin Fernando Aloso vísti í samrøðu við f1.com, at hann er undir stórum trýsti. Frá næsta kappingarári skiftir hann lið til McLaren Mercedes, ið als ikki hevur livað upp til væntaða støðið í ár. Alonso man ivast í, hvussu rætt tað var at skifta frá Renault. Í øllum førum tykist hann á næstan hvørjum tíðindafundi, ið hann luttekur á, at hava tørv á at greiða øllum frá, at hann enn sær McLaren sum eina hóttan hetta kappingarárið.
Juan Pablo Montoya vann koyringina í fjør í sínum McLaren bili, men eina endurtøku í ár munnu fá onnur enn Montoya, liðstjórin Ron Dennis og sjálvandi Fernando Alonso trúgva uppá.
Nógvir koyrarir hava seinastu vikuna tosað um, hvussu nógv annarleiðis Silverstone breytin er at koyra á, nú bilarnir hava V8 motorar heldur enn V10. Minnu motorarnir hava givið møguleikar fyri aerodynamikki, ið hevur økt ferðina í skjótaru svingunum munandi, hetta ger breytina enn meira avbjóðandi.