Í farnu viku bað spælarin tó sjálvur um at verða seldur, og nú hevur Real Madrid eftir øllum at døma boðið tær á leið £30 milliónir, sum Liverpool vil hava fyri spæliloyvið. Og sambært feløgunum báðum restar nú bert læknakanningin, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður. Alonso hevur seinastu fimm árini spælt í Liverpool, og var partur av liðnum, sum vann Champions League finaluna í Istanbul í 2004. Frá tí liðnum eru tað nú bert Jamie Carragher og Steven Gerrard, sum framvegis spæla í Liverpool.