Alonso nærkast Renault

Stórir trupulleikar hava í ár verið í millum Fernando Alonso og Lewis Hamilton, sum báðir koyra fyri McLaren, og tí er líkt til, at annar teirra má finna sær nýtt felag komandi ár.

Og nú bendir nógv á, at verandi heimsmeistarin í Formil 1, Fernando Alonso, kann vera á veg til gamla felag sítt Renault komandi ár. – Eg havi sagt við Fernando, at í somu løtu hann er fríur frá McLaren, vilja vit fegnir geva honum gamla setrið aftur her í Renault. Hetta segði stjórin í Renault, Flavio Briatore við Gazetta dello Sport í gjár.