Álopsspælararnir sita uttanfyri

Bæði Andrew av Fløtum hjá HB og Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi eru skaddir

FM favorittarnir í HB fáa í dag vitjan av EB/Streymi. Í fyrsta umfari, tá ið liðini hittust við Margáir, eydnaðist tað í síðstu løtu EB/Streymi at javna til 1-1. HB spælararnir vóru vónbrotnir. Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni hjá HB, meðan tað ofta og nógv hevur haltað hjá EB/Streymi.

Kortini halda teir í Sundalagnum seg hava møguleika at vinna triðja plássið, og EB/Streyma liðformaðurin Gert Hansen hevur fyri stuttum ikki útilokað møguleikanum fyri, at tað skal fara at eydnast at geva feløgunum í Gundadali kapping. Um nakar hugsningur skal vera um tað, so er hetta lyklauppgerð, sum EB/Streymur skal vinna fulla úrtøku burturúr. Frammanundan vitjanini í Gundadali eru tað ellivu stig frá HB og aftur til EB/Streym.

Seinastu nógvu árini hava Andrew av Fløtum og Arnbjørn Hansen verið millum eyðsýndastu álosspælararnar í landinum. Felags fyri teir báðar er, at teir eru so mikið skaðaplágaðir, at teir seinastu vikurnar ikki hava vant saman við liðfeløgunum.

Sunnudagin glapp tað hjá EB/Streymi. Eftir heimatap og vónbrot ímóti Víkingi og javnleik á Skála eydnaðist tað ímóti B68 við Margáir at vinna 3-0. Hans Pauli Samuelsen skoraði tvær ferðir og innskifti Leif Niclasen eina ferð.

Tølini siga, at tað í ár ikki hevur verið so tætt millum sigrarnar. Tað er bara eina ferð komið fyri, at EB/Streymur hevur vunnið tvær ferðir á rað. Tá ið HB í fyrsta umfari vitjaði við Margáir, var úrslitið 1-1.

HB hevur framvegis ikki tapt. Mikukvøldið eydnaðist tað á Toftum at vinna fyrru hálvfinaluna. Tað ber við sær, at vónin at vinna greipuna fyri fyrstu ferð í tíggju ár framvegis kann verða veruleiki.